Fert tú á heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum, er júst lagt inn skrá fyri rúgvismikið dómaraátak, sum fer fram kring landið frá 4. september til og við 16. september í nógvum ymiskum hallum. Sagt verður, at kikarin nú skal setast á hondbóltsdømingina, tí alt ov fáir dómarar eru til at taka til tess at fáa eina góða hondbóltskapping.
Eg havi skrivað nógv um hondbóltsdøming í nógv ár, og í sambandi við stóra dómaraátakið í septembur mánað, vil eg leggja nøkur orð aftrat dómarakjakinum. Sagt verður, at HSF vantar 25 vaksnar dómarar til tess at fáa landskappingina at rigga nóg væl. Tí er dómaraátakið kærkomið. Í fjør hendi tað, at tríggir A-dómarar ikki stóðu renniroyndina, áðrenn landskappingin byrjaði. Hetta førdi til, at vit mistu tríggjar A-dómarar úr einum A-dómarabólki, sum framman undan er ov lítil. Hetta førdi aftur til, at dystir í bestu deildunum vóru fluttir til allar dagar í vikuni. Eingi ivi er um, at áskoðarar gjørdust ørkymlaðir, tí teir vistu rætt og slætt ikki, nær dystir blivu spældir, tí nógvir dystir vóru ikki nóg væl lýstir. Hetta førdi so aftur til, at feløg misti nógvar áskoðarar. Eisini frættist, at Kringvarpið skrottaði ítróttasendingina sunnudag, tí millum annað ov fáir hondbóltsdystir vórðu spældir sunnudag seinnapart.
Eg havi ført fram í nógv Harrans ár, at tað líkist ongum, at summi feløg í bestu deildini ikki hava havt eitt A-dómarapar í fimtan/tjúgu ár. Havi eisini ført fram, at HSF má seta einstaka felagnum dómarakrøv, so vit fáa minst eitt A-dómarapar úr hvørjum felagi. Sjálvandi skal dómaradygdin vera í lagi, men eg haldi, at tað er sera óheppið, at spælarar síggja somu dómarar viku eftir viku, og at vit mugu flyta nógvar dystir til mitt í viku vegna tørvandi A-dómarar.
Vit hava eitt frálíkt altjóða dómarapar, sum dømir nógvar dystir uttanlands. Og eru Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen burturstaddir eitt vikuskifti, so er aftur eitt dómarapar ikki tøkt til heimligu dystirnar. Tí er tíðin komin at bróta upp úr nýggjum, og sum eg skilji, hevur dómarafelagið slaka í krøvunum til A-dómararnar. Nú er at vóna, at feløgini kring landið taka væl undir við rúgvismikla dómaraátakinum, tí vit mugu koma víðari á dómaraøkinum. Eg haldi, eg sá einastaðni, at HSF vantar 25 dómarar, so vit á góða hátt kunnu avgreiða landskappingina.
OL kappingin í hondbólti er júst av, og eg má siga, at dómaralinjan er aftur broytt, tí dómararnir loyvdu ótrúliga harðligum spæli í fleiri dystum. Viðmerkingarnar frá donsku fjølmiðlunum vóru, at tey vónaðu ikki, at harðliga spælið fór at breiða seg um allan hondbóltsheimin. Tað má ikki gerast soleiðis, at harða til tíðir ráða hondbóltsspælið vinnur tí tekniska spælinum. Eg veit, at danin Johanny Taumann, sum skal leiða dómaraskeiðini í Føroyum í næsta mánað, kann ikki vera fegin um harðliga spælið í serliga mansdystunum í Ol kappingini. Nú fáa vit at síggja. (Vagnur)
