Tá eg í gjárkvøldið sá, at kyndilskvinnur høvdu vunnið 41-11 á StíF, gjørdist eg keddur. Gjørdist eisini eitt sindur hondbóltskeddur, tá eg fyri trimum vikum síðani sá, at kyndilskvinnur høvdu vunnið 37-25 á VB. Var keddur vegna spenningin í bestu kvinnudeild, og at so stórur munur er á kvinnuliðunum. Ikki haldi eg, at hvørki Kyndil ella Neistin eru so góð lið, at tey eiga at kunna vinna so stórar sigrar á hinum liðunum. Spell fyri kvinnukappingina og spell fyri spenningin í deildini. Spenningurin er so mikið lítil, at vit longu eftir fyrsta umfar í grundspælinum seinasta heyst kundu spælt FM-finaludystirnar millum Kyndil og Neistan. Ikki hugaligt.
Havi altíð havt stóran áhuga fyri kvinnubólti bæði í Føroyum og í Danmark. Síggi heilt nógvar danskar dystir, har grundspælið júst er liðugt spælt, og tey fara at spæla fjórðingfinalur. Í Føroyum eru bara tvey lið, sum bjóða av um at koma í FM-finalurnar, og vit hava ongar dystir um niðurflyting. Tankarnir leita nú nøkur ár aftur í tíðina, tá Sjørnan var einaráðandi í nøkur ár, og at VB hevði frálíkt lið og var heilt frammi í oddinum. Fara vit longur aftur, so vann VÍF meistaraheitið í 2001 og 2002 við útlendingum Rapa, Manuelu og Nicoletu á odda. VB vann meistaraheitið í 2003 og 2005 eisini við frálíkum útlendingum á liðnum.
Sjálvandi veit eg, at ikki gongst altíð væl at fáa mannað kvinnuliðini í StíF, VB og kanska Stjørnuni, har breiddin ikki er nóg stór. Ein skaði ella tveir spælarar gerast við barn, ja so viknar liðið kanska 40%. Síðani seinast í 1990 árunum hava útlendingarnir mest sum gjørt allan munin, hvar meistaraheitið er endar, men bæði í ár og í fjør, eru eingir útlendingar á kyndils-og neistaliðnum. Tó bara Maja í kyndilsmálinum.
Nú síggi eg ikki nógvar kvinnudystir, men eg sá stroymaða steypafinaluna millum Kyndil og Neistan. Kyndil var klárt betra liðið, har verjutaktikkurin hjá neistakvinnum var katastrofalur við alt ov flatari verju, har langskotini hjá kyndilskvinnum var eitt sjálvtøkuborð. Men so sá eg eisini seinasta landskappingardyst millum Neistan og Kyndil, og nú var vent í holuni. Neistin pakkaði niður Annu Brimnes og Turið Arge, og so skutu kyndilskvinnur bara fjúrtan mál, og Neistin var nógv betria liðið á øllum mótum.
Tað, sum undrar meg mest er, at í dystum millum Kyndil og Neistan, skjóta tildømis Anna Brimnes og Turið Arge ikki nógv mál, men ímóti hinum liðunum skjóta tær upp til tíggju mál hvør, har nógv er í skjótálopum. Hví lata hini liðini hesar kvinnur skjóta so nógv mál? Ímóti VB í Havn skeyt Anna ellivu mál og Turið niggju mál. Hetta er púra vilt í míni hondbóltsverð.
Kyndil og Neistin telva skeivt fríggjarliga
Tá nú eg siti við telduna og hugleiði um bestu kvinnudeild, so skilji eg heldur ikki, at Kyndil fer til Spania og Neistin til Brazil eftir kostnaðarmiklum kvinnuvenjarum. Hetta er burturspiltur peningur í míni hondverð, tí líkamikið hvør í løtuni venur kyndilskvinnur og neistakvinnur, so enda liðini bæði í steypafinaluni og FM-finalunum. Heldur skuldi Neistin og Kyndil brúkt hesar stóru upphæddir til ungdómsdeildirnar og serliga dreingjadeildirnar, tí har haldar álvarsliga, har gomlu feløgini hava tapt slagið serliga fyri H71.
Nevndirnar í Kyndli og Neistanum skulu bara hyggja í stigatalvurnar í dreingjum 10,12,14 og 16 ár, so síggja tey skriftina á vegginum. Taka vit Neistan fyrst, so hevur felagið einki lið í A-bólkinum í dreingjum 10 ár, Neistin er niðast bæði í dreingjum 12 og 14 ár í A-bólkinum, Neistin er tó væl við í dreingjum 16 ár. Fara vit til Kyndil, so er felagið niðanfyri miðjuna í dreingjum 10 ár í A-bólkinum, hevur einki lið í dreingjum 12 ár í A-bólkinum, er við í dreingum 14 ár og er langt aftan fyri toppliðini í dreingjum 16 ár. Tað vanta eisini árgangir í báður feløgunum. Hvat felag er ovast og næstovast í bestu hesum deildum, jú H71.
Vit skulu ikki nógv ár aftur tíðina, tá Kyndil eina árið vann steypakappingina í dreingjum 10, 12, 14 og 16 ár, og Neistin eisini var heilt har frammi og vann hvørt ár onkra steypakapping. Mín meining um bæði Neistn og Kyndil í løtuni er, at nevndarlimirnir í báðum feløgunum hugsa allar fyrst um, hvar teirra egnu børn spæla. Ja, so haldi eg heldur ikki, at tey duga at reka “hondbóltsforrætning”. Tey skulu sjálvandi leggja peningin í tey reiðrini, har tørvurin er størstur. At brúka so stórar upphæddir til útlendskar venjarar til bestu deildirnar og gloyma ungdómsdeildirnar er dáragerð og løtuvinngurin og kemur aftur um brekku um nøkur ár. Tað ræður jú um í einum felagsskapi at fáa mest fyri peningin.
Meðan alt hetta hendur, stríkur vælskipaða felagið H71 av stað fyrst við øllum dreingjahondbóltinum og gott á veg eisini í gentudeildunum. Má siga bart út, haldi ikki, at nevndirnar í Kyndli og Neistinum hava nóg gott skil fyri hondbólti og at reka hondbóltsfeløg. Veit, at torført hjá hesum fólkum at hoyra sannleikan, men hetta er tann beiski veruleikin. (Vagnur)


