Kappróðrarfelagið Tindur eitur nýggja felagið í Eysturkommunu

Nýggja kappróðrarfelagið Tindur leitar eftir 8-mannafari.

Gøta og Leirvík eru gamlar róðrarbygdir, og vit, sum eldru eru, minnast 8-mannaførini Gøtu Trónd og Leirvíking, ja, og 5-mannafarið Skuran úr Gøtu. Men nú er nógv ár síðani, at róð hevur verið um kapp í Gøtu og í Leirvík, tó so, fleiri rógvarar hava róð við ÌF kappróðri og Kappróðrarfelagnum NSÍ. Í fleiri ár hevur ynski verið at stovnað felags kappróðrarfelag í Gøtu og í Leirvík, og nú er felagið stovnað, sum eitur Tindur. Forkvinna er Emmily á Reynastrøð, og hana havi eg tosað við. Og hon sigur.

Tað mátti borið til at skipa fyri ódnartøkum í Leirvík.

– Seinnapartin vóru vit fimtan fólk á stovnandi aðalfundi í Norðagøtu, og navnið bleiv Kappróðrarfelagið Tindur, sum kemur frá Gøtunestindi og Sigatindi, sum er mark millum bygdinar ella rættari sagt, at tindarnir eru bæði innan fyri markið í Gøtu og Lerívík. Vit hava spurt okkum fyri hjá fótbóltsfelagnum Víkingi, um vit kundi gera róðrardeild í fótbóltsfelagnum, men hetta ynsktu fótbóltsfólkini ikki. Tí stovnaðu vit seinnapartin Kappróðrarfelagið Tind.

– Sum tú sigur, er Gøtu og Leirvík gamlar róðrarbygdir, sjálv róði eg við 6-mannafarinum Leirvíkingi í 1990, 1991 og 1993, og til stuttleika kann eg nevna, at eftir róðurin á ólavsøku í 1990 lupu nakrar á okkum á bláman, eftir at vit høvdu vunnið róðurin. Dreingirnir umborð á bátinum høvdu hótt okkum við, at teir ætlaðu at blaka okkum á sjógv vunnu vit róðurin, men tað vildu vit ikki hava sitandi á okkum og lupu sjálvar á sjógv. Ì fleiri ár hevur ynski verið at stovnað róðrarfelag, tí fleiri ungfólk úr bygdunum hava róð við bátum í Runavík og Fuglafirði. Nú vildu tey hava sítt egna felag, sigur Emmily og heldur fram.

Kappróður hevur djúpar røtur í Gøtu.

– Tú spyrt um bátar at rógva við? Vit eiga ongan bát, men vit hava manning til eitt 8-mannafar og nógvar eru genturnar, sum ynskja at rógva barnaróður. Vit mugu lána okkum bátar fyrstu tíðina, men tað er lættari sagt eg gjørt. Vit fáa kanska eitt 5-mannafar úr Runavík, og so leita vit eftir einum 8-mannafari, men enn er ikki alt komið á mál hesum viðvíkjandi, sigur Emmily at enda.

Nýggja nevndin í kappróðrarfelagnum Tindi er mannað soleiðis: Emmily á Reynatrøð, forkvinna, Bogi Eyðunsson, kassameistari, síðani Hans Pauli við Misá, Hugo Skorastein, Óli Nolsøe, Sólrun Davidsen og Heiðrun Sørensen. Vit onnur, sum hava stóran áhuga fyri kappróðri, ynski kappróðrarfelagnum Tindi hjartaliga vælkomnum í róðrarfamiljuna. Vónandi fáa tey bátar at rógva við í summar og spennandi, hvussu fer at gangast felagnum næstu árini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *