Meiningahornið – Tú stúrsaði við um Tórsdagin

Borgarstórin eigur nú at slóða fyri ókeypis hallarleigu. (Mynd Vagnur)

Um dagarnar kom mær fyri oyrað, at Tórshavnar kommuna hevði brúkt eina millión krónur í sambandi við starvfólkadag í kommununi. Hetta kundi ikki passa, tí upphæddin var alt ov stór til slíkt tiltak. Skjótur var býraðsformaðurin í fjølmiðlunum og avsannaði, at ein millión var brúkt til tiltakið. Hann vísti á, at ymsu stovnarnir í kommununi høvdu fíggjað tiltakið av egnari konto til starvsfólkarøkt. Einar 200/300 krónur fyri persónin, og hetta var sjálvandi langt frá ein millión krónur. Deilir tú eina millión við 250 krónum, so arbeiða 4000 fólk hjá kommununi? Men hetta er ikki so.

Tú kennir eitt sindur til Tórsdagin og nøkur fólk, sum eru við í tiltakinum. Tey rósa tiltakinum til skýggja, og sjálvandi hava starvsfólkini í TK eisini tørv at koma saman, tí allar flestu fólkini síggjast ikki í gerandisdegnum. Her er talan um trivna í kommununi.

Men tað var ikki Tórsdagurin, sum fekk meg at skriva hesar reglur. Tá ið henda milliónin kom mær fyri oyrini, sveimaðu tankarnir beinanvegin. Milliónaupphæddin var nóg stór, so at øll ítróttafeløgini í Havn kunnu venja ókeypis í hallunum í eitt ár.

Mangt er so undarligt her á fold og eisini í Tórshavn, tí øll eru ikki líka fyri lógini. Seinastu í 70 árunum slóðaðu Herborg Joensen, forkvinna í Kyndli og tú sjálvur, sum formaður í Neistanum, at feløgini, sum vandu innandura, fingu hallarstuðul til ungu liðini. Vit vístu á, at í Danmark var frítíðarlóg, sum borgaði bæði hallarleigur og venjarar til ung undir átjan ár. Tað eydnaðis okkum fáa feløgunum hallarstuðul, og stuðulin gjørdi ótrúligan mun. Men eftir mínum tykki er hetta ikki nóg mikið.

Tórshavnar kommuna eigur nú allar hallirnar í Havn uttan Gundadalshøllina. Feløgini fáa framvegis stuðul til hallarleiga, men restina av hallarleiguni er framvegis stór byrða hjá feløgunum. Kommunan eigur fótbóltsvallirnar, men fótbóltsfeløgini gjalda ongan leigu fyri vallir ei heldur ljós um vallirnar. Haraftrat fáa feløgini alla inntøkuna av lýsingaskeltunum í Gundadali. Alt gott um tað, men?

Tórshavnar kommunu tók stóra takið, at fólk nú kundi koyra ókeypis í bussunum. Frálíkt tiltak, men átakið kostar nógvar milliónir um árið. Er munur á fótbóltsvallum, bussum og hallum. Sjálvandi nei.

Nú skal Tórhavnar kommuna syrgja fyri rættvís og lata ítróttahallirnar og fimleikahallirnar ókeypis til ítróttafeløgini at brúka. Kommunan letur hølini til borgararnar, og feløgini gjalda venjararnar. Frálíkt bíti,tí sjálvt um feløgini sleppa ókeypis,  er nógv annað hjá teimum at brúka pening til.

Fyrrverandi borgarstjórin Leivur Hansen segði mær einaferð, at borgaði kommunan eina millión krónur, so vandu øll ítróttafeløgini ókeypis í hallunum. Ein millión er ikki nógvur peningur í kommununarhøpi, men er ótrúliga stór upphædd hjá feløgunum at útvega.

Míni ynskiboð til Tórshavnar kommunu eru. Syrgið nú fyri, at feløgini sleppa at venja ókeypis í hallunum. Hetta gera nakrar kommunur aðrastaðni í landinum. Tá ið tú kanst koyra ókeypis í bussunum, sum kosta nógvar milliónir í rakstri, so má ein millión kunna finnast til hallarleiguni.

Vagnur Michelsen

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

En tanke om “Meiningahornið – Tú stúrsaði við um Tórsdagin

  1. Starvsfólkarøkt er neyðug, eisini hjá Tórshavnar Kommunu, men tað er so avgjørt eisini neyðugt, at feløgini í Tórshavanr kommmunu sleppa at venja ókeypis í hallunum. Ímyndi tykkum hvørji tilboð okkara børn og ungu kundi fingið, um vit í nevndunum í feløgunum kundi savna okkum um ungdómsarbeiðið í staðin fyri at nýta hópin av orku at savna pengar inn til Tórshavanr kommunu við ymsum tiltøkum so sum køkutombola,fløskuinnsavnan osv. Hjá kommununi merkir hetta ikki so nógv, men hjá feløgunum ger hetta góðan mun. Havi annars skilt, at sitandi býráð hevur arbeitt við at taka av hallarleiguna, men enn hava vit ikki fingið endalig boð um hetta.Tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at myndugleikarnir beinleiðis stuðlaðu arbeiðinum í ítróttarfeløgunum, so at ráð var til at seta gott og skúla fólk at taka sær av okkara børnum og ungum. Tað kann ikki metast í pengum, hvussu stóran týdning ítrótturin hevur, tá hugsað verður um fyribyrgjandi arbeiði millum børn og ung.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *