29 ára gamal í fongsul í Mjørkadali – men hvat so við unga manninum?

Okkurt má vera spinnandi galið, tá ungur maður ger slíkt. (Mynd in.f0)

Okkurt má vera spinnandi galið, tá ungur maður ger slíkt. (Mynd in.fo)

Hvørja ferð eg hoyri um hendingar sum hana í svimjihøllini herfyri, leita tankarnir til unga mannin, sum framdi gerðina. Hugsi, hvat gongur fyri seg í høvdinum á manninum, tá hann ger slíkt. Er hann ávirkaður av rúsdrekka, manglar hann pening til rúsevni, ella er hann illur inn á seg sjálvan og samfelagið. Okkurt er spinnandi galið. Kundi hugsað mær at sæð niður á botn í sálargongina á hesum manni. Hvussu var uppvøksturin, skúlaárini, og hvat fæst maðurin við í gerandisdegnum. Og hvussu hjálpa vit manninum á føtur aftur. Fongsulsrevsing uttan sálarliga og aðra hjálp bøtir ikki um støðuna hjá manninum. Í fjølmiðlunum hoyra vit bara, at málið er uppklárað, og maðurin fyribils fongslaður í fýra vikur. Vit hoyra ongantíð, hvussu samfelagið hjálpir slíkum manni, og um maðurin vil ella kann hjálpast. Hetta hevur mín áhuga, tí eg kenni fleiri dømi frá ungdómsárunum, at ungfólk traðkaðu við síðuna av og eru fongslað fyri síðani seinni at komu væl fyri í lívinum. Alt í svimjihøllini er umvælt, men í Mjørkadali situr ungu maður hvørs sál ikki er umvæld. Í hvørfall ikki enn, og tað gongur rúm tíð, til maðurin er leysur aftur. Vónandi fær kønur sálarfrøðingur hendurnar í mannin, so hann kann fáa hjálp og á føtur aftur. Uppiskoyti. Útvarpið boðaði mikudagin frá,at ein átjan ára gomul genta eisini var við í fleiri innbrotum. Hvat fær gentuna at gera slíkt, og hvussu bjargar samfelagið hesi gentu. Fongsulsrevsing, og hvat so? (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *