Hondbóltssambandið skal seta feløgunum krøv um dómarar

Eyðun Samuelsen og teir døma somu lið alt ov ofta.

Eyðun Samuelsen og teir døma somu lið alt ov ofta.(Mynd Álvur)

Tá eg ár um ár síggi í fjølmiðlunum, at nú er Johnny Tauman aftur komin til Føroya at halda dómaraskeið, so hugsi eg hvørja ferð: Seinastu tretivu árini eru vit ikki komin eitt fet víðari á dómaraøkinum. Og tað kann ikki vera rætt, at summi hondbóltsfeløg útvega útlendskar venjarar og spælarar fyri hundraðtalstúsund krónur, meðan tey ikki megna at útvega eitt A-dómarapar. Orsøkin til óskilið er ógvuliga einfald. HSF hevur ongantíð sett feløgunum krøv at lata teirra íkast til hondbóltsdømininga. Avleiðingarnar eru hesar:

A: Vit fáa eina avskeplaða kappingin, har dystir mugu spælast allar dagar í viku, tí tað vanta A-dómarapør. Nakrir A-dómarar spæla fótbólt, og kunnu tí ikki døma fyrr enn fótbóltskappingin er liðug, og onkur dómari dømir eisini av og á uttanlands.

B: Spælarar síggja viku um viku sama dómarapar koma at vøllin at døma dyst, tað veri seg um tey spæla á heimavølli ella útivølli. Dømi var um kvinnulið seinasta kappingarár, har sama A-dómarapar dømdi meira enn helvtina av dystunum hjá hesum liði. Er tað rætt, sjálvandi ikki. Spælarar og áskoðarar hava annað uppiborið.

Gert og Agnar spæla eisini fótbólt og kunnu ti ikki døma alt kappingarárið.

Frálíku A-dómararnir Gert og Agnar spæla eisini fótbólt og kunnu tí ikki døma alt kappingarárið.

C: Vit fáa eina skeiva javnvág í landskappingina, tá ikki øll feløgini seta A-dómarar til kappingina. Vit slíta upp nøkur fáa dómarapør, og bæði spælarar og áskoðarar gerast troytt at síggja somu dómarapør viku um viku.

D: Í Føroyum megna vit ikki at halda altjóða reglur um uttanvelta døming, sum er ein av grundreglunum í hondbóltsspælinum kring heimin. Hví gera vit ikki tað? Jú, tí HSF letur fleiri feløg og eisini stór feløg sleppa undan at seta dómarar til landskappingina. Er hetta rætt? Sjálvandi ikki, tí øll feløg í HSF skulu geva sítt dómaraíkast til landskappingina. Hetta, tí so er møguleiki at fáa uttanvelta døming í Føroyum sum í okkara grannalondum. Eg góðtaki ikki, tá fólk og eisini fólk í HSF siga, at Føroyar er so lítið land, tí eru vit øll á ein ella annan hátt innhabil, tá talan er um døming. Hetta er bílig undanførsla.

Tað alt er sagt omanfyri, so hava vit seinnu árini havt veika dómaranevnd í HSF. Ella rættari sagt fólk, sum seta dómararnar. Tey hava ikki rættan hugburð um uttanveltaða døming, tí koma vit heldur ikki longri á hesum øki. Fólk, sum arbeiða sum venjarar og hava annað álitisstarv í felag, skulu sjálvnadi ikki døma sítt felag.

Eg havi mangan fingið skotið í skógvarnar, at eg eri negativur, tá eg skrivi um døming. Her er at siga, at eg havi ongantíð skrivað eitt einasta orð um sjálva dømininga á vøllinum, men bara um vantaðu A-dómarapør og uttanveltaða døming.

Hví skrivi eg aftur og aftur um sama evnið? Jú, tá eg á sinni spældi í bestu deildini í fjúrtan ár, spældu vit mest sum hvønn dyst við uttanveltaðum dómarum. Bara hendinga ferð dømdu dómarar, sum høvdu tilknýti til annað felagið. Orsøkin var ringt veður, og so kundi vit velja at spæla ella ikki spæla. Og vit vildu allir altíð spæla. Tí sigi eg: Alt gott um Taumann og hansara dómaraferðir til Føroya, men vit eru bara ikki komin eitt fet longri á dómaraøkini. Vit svimju í okkara lítla dómaradunnuhyli her norðuri og koma ikki úr stað.

Vit hava mangan hoyrt um dómarasamstarv við hini norðanlondini. Hvar er hetta samstarvið? Okkurt hissini dómarapar kemur til Føroya at døma nakrar dystir, men hetta er alt ov sjáldan. Ì 2015 skrivaði eg grein við yvirskiftini: Níggju av trettan liðum í bestu deildunum útvega ikki A-dómarapar til landskappinga. Spennandi at síggja talið av A-dómarum komandi kapping. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *