Úr myndasavninum – Nógv útlendsk lið komu til Føroya

Landsliðið í 1977. St.f.v: Finnur Helmsdal, Sigmund Reinert, Bjarni Samuelsen, Mortan Mørk, Hanus Joensen, Finn Bærentsen, Áki Mortensen, Hilmar Joensen og Hans Mortensen, venjari. Húkandi f.v. Palli Joensen, Hans Åge Stampe, Sverri Jacobsen, Echardt Persson og Áki Davidsen.

Hans Mortensen vandi føroyska manslandsliðið í hondbólti í 70-árunum, tá ið millum annað Føroyar í 1976 fingu góð úrslit í HM-kappingini í C bólkinum í Portugal. Føroyar tapti 21-20 fyri Sveits í hesi kapping. Tveir av spælarunum á myndini eru ikki millum okkum longur. Sigmund Reinert, sum doyði ungur, og Finnur Helmsdal, sum doyði av sjúku í 2008.

Hans Mortensen legði stóran dent at fáa donsk 1. deildarlið at koma til Føroya at spæla ímóti føroyska landsliðnum. Kolding IF var eitt av liðunum. Í 1980 skipaði Føroyar fyri HM-kappingini í C-bólkinum, og tá spældu Norra, Portugal og Eysturíki eisini í C-bólkinum. Dystirnir í HM kappingini í C-bólkinum vórðu spældir í høllini í Hálsi, í høllini í Vági og KÍ-høllini i Klaksvík. Stóru áhugu var at síggja dystirnar, og eg kann minnast, at bíðirøðin var stór uttan fyri høllina á Hálsi til tess at fáa atgongumerki til dystirnar.

Tann 6. februar 1980 tapti Føroyar 17-24 fyri Norra í høllini í Klaksvík. Norra kom seinni at vera eitt av bestu liðunum í Europa, men er nú viknað nakað í mun til tey allar bestu liðini.  Sig so tað. Haldi ikki, at eg fari skeivur, at Jógvan Arge var ÍSF formaður í 1980, tá ið C-HM kappingin var í Føroyum. Jógvan flutti fram setanarrøðu, og tað gjørdi Poul Michelsen táverandi borgarstjórin í Havn eisini. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *