Eg plagi altíð at standa á “Ískaini” og hyggja at kappróðri, tí tá sært tú út undir Argjaland og yvir á 200 og 300 metrar merkini. Og so plagi eg at taka myndir av bátunum, tá teir halda leiðini út á málið. Torførari var í ár, tí nú er eingin Vilhjálmur Tórsheim og Tummas Sørensen. Vilhjálmur er farin. Hesuferð var einsamallur maður í eftiransingarbáti, men summar manningar lurtaðu ikki, tá hann bað tær ikki rógva á róðrarøkinum út á málið. Tí var torførari hjá mær at taka myndirnar. Havi nógv tilfar frá ólavsøkuróðrunum, sum eg komi at leggja á heimasíðuna. Byrji fyrst við eldru rógvarunum.
Var spentur, hvussu nógv 10-mannafør við eldri monnum møttu á ólavsøku, jú, fýra manningar: Vestmenningur, Skálabáturin, Hvítravnur og Kongurin, sum er gamli Ormurin. Eitt árið róðu hesar manningar saman við vanligu 10-mannaførunum, men hetta riggaði slett ikki. Tí eldru manningarnar megnaðu ikki at fylgja við, og so fingu tær heldur ikki kapping sínamillum, tí teir lógu so langt hvør frá øðrum.
Tey, sum stóðu á “Ískaini”, hildu, at menninir umborð á Vestmenningi vóru alt ov stinnir at rógva í hesum bólki. Sóust út at vera í nógv betri venjing, menninir vóru í miðal eisini yngri enn miðalaldurin umborð á hinum bátinum. Havi til stuttleika hugt at tíðunum hjá Vestmenningi og Eysturoyingi, og eg stúrsaði við. Eysturoyingur, sum var aftasti bátur í vanliga róðrinum hevði tíðina 4.14.11 og Vestmenningur tíðina 4.14.32. Tað vil siga, at Vestmenningur kundu saktans róð sama við vanliga 10-mannførunum.
Áhugavert at síggja hesi fýra 10-mannaførini, tí eg kenni so nógvar rógvarar umborð á hesum bátum, sum á yngri árum hava vunnið mangan FM-róður, men framvegis dáma at seta seg við árarnar. Felagsskapurin drívur verkið, siga ein mær. Onkur segði, at 10-mannafarið Kongurin heldur skuldi itið Heindrikkur Kongur til heiðurs fyri prins Hendrik, nú hann er farin frá við eftirløn og ikki orkaði at fylgja drottningini til Føroya.
Mær dámar ikki orðið master, sum ikki hoyrir heima í føroyskum kappróðri. Eg skrivi oftast til dømis 6-mannafør kvinnur eldri: Var spentur, hvussu nógvar manningar komu á ólavsøku. Tíverri vóru bara tvey 6-mannafør við kvinnum Gongurólvur og Riddarin. Í Vestmanna róði eisini Fortuna. Riddarin legði seg á odda frá byrjan, men inni á hálvum Molanum fór Gongurólvur fram um og vann róðurin. Síggi seinni, Riddarin fekk reytt kort, men hví, veit eg ikki.
Stór gleði fyri meg at síggja fleiri enn hundrað ára gomlu bátarnar Greivan av Signabø og Falk úr Hósvík, sum hvørt ár seta sín dáma á ólavsøkuróðrarnar. Teir róðu inn í Vágsbotn á ólavsøku, tá eg var smádrongur, og bátarnir kom framvegis á ólavsøku. Haldið fram at manna bátarnar næstu árini. Næsta tilfarið, sum kemur á heimasíðuna, eru myndir frá barnaróðrinum. (Vagnur)










