Tvey hundrað húski hava nú fingið sær jarðhitaskipan

Teir bora tvey hundrað metrar niður í jørðina. Arbeiðið tekur tveir, tríggjar dagar. (Mynd Vagnur)

Teir bora tvey hundrað metrar niður í jørðina. Arbeiðið tekur tveir til tríggjar dagar. (Mynd Vagnur)

Í hesum døgum verður nógv tosað um grøna orku. SEV hevur sett upp vindmyllur nógvastaðni, og við tíðini koma enn fleiri myllur. Ikki eru nógv ár síðani, at vit hoyrdu, at boraði tú tvey hundrað metrar niður í jørðina, fekst so mikið nógva orku, at tú kundi sleppa undar oljutanga, oljufýr og skorsteini. Um dagarnar hava tveir mans borað slíkt hol í grannalagnum í sambandi við, at nýggj hús verða bygd. Áhugavert at fylgja arbeiðinum, og eg tosaði við menninar og havi ringt til Demich, sum selur jarðhitaskipanina.

Martin Sivertsen eitur maðurin, sum stendur fyri boringini og hevur ein systurson at hjálpa sær. Hann sigur mær, at tað tekur tveir langar arbeiðsdagar ella tríggjar vanligar arbeiðsdagar at bora teir tvey hundrað metrarnar niður í jørðina. Tað velst sjálvandi um, hvussu gongst at bora, tí grótið kan vera ymist at bora í. Sjálvt holið kostar 40-50.000 krónur at bora, og hann hevur mest sum bora út í eitt alt árið higartil. Fleiri slík hol skulu eisini borast í næstum.

Tú skalt fylgja væl við, tá borað verður, tí gróttilfarið er ymist at bora í. (Mynd Vagnur)

Tú skalt fylgja væl við, tá borað verður, tí gróttilfarið er ymist at bora í. (Mynd Vagnur)

Borivongur, kompressari og annað er kostnaðamikil íløga, sum nýggj táttar í fýra, fimm milliónir krónur. Kann nevna, at fyri hvørt hol ella kanska bæði tvey skal nýtt borihøvd brúkast, og slíkt kostar nógvar túsund krónur. Síðani brúka vit 800 litrar av olju til kompressaran at bora hvørt holið, sigur Martin.

Frá Demich fái eg at vita, at tað er partafelagið Jarðhiti, sum bjóðar fólki jarðhitaskipanina. Demich og ein svenskari eiga p/f Jarðhita. Ein jarðhitaskipan kostar samanlagt 140.00 til 150.000 krónur. So talan er um eina meirútreiðslu á 100.000 krónur, ætlar tú at skifta út vanligu oljufýrskipanina ella skal hava jarðhitaskipan í nýggj hús. Men hetta er ein eingangsíløga, og peningur er at spara.

Martin Sivertsen stendur fyri arbeiðinum at bora holið. (Mynd Vagnur)

Martin Sivertsen stendur fyri arbeiðinum at bora holið. (Mynd Vagnur)

Hugburðurin um grøna orku er nógv broyttur seinnu árini, og fólk, eg havi tosað við, siga, at bara tey sleppa undan oljutanga, oljufýr og skorsteini, og tað ber seg fíggjarliga, eru tey nøgd. Talan er í fleiri førum ikki bara um tað fíggjarliga, men eisini tað at brúka grøna orku. Frá almennari síðu verður sagt, at Føroyar skulu vera leysar av oljuni í 2030. SEV slóðar eisini fyri og hevur sett upp nógvar vindmyllur, og tá SEV hevur henda hugburð, má SEV eisini fáa kundar at keypa hesa orku.

Fært tú tær jarðhitaskipan, so er eingin oljurokning, men steymrokningin hækkar nakað, tí pumpan, sum pumpar heita vatnið úr tvey hundrað metrar djúpinum, brúkar streym. Var eg ungur í dag, hevði eg ongantíð ivast at fingð mær jarðhitaskipan. Í løtuni er oljuprísurin lágur, men vit skulu bara fáa eitt kríggj aftrat í miðeystri, so hækkar oljuprísurin aftur. Jarðhitaskipan er áhugaverd hitaskipan, og tey eg kenni, sum hava fingið sær hesa skipan, eru ógvuliga væl nøgd. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *