Svein Rógvi Nielsen og Hjálmar Hátún skulu bjarga Orminum

Myndina av Orminum tók eg í vár. (Mynd Vagnur)

Myndina av Orminum tók eg í vár. Sámal Kristiansson er róðursmaður og næstformaður í felagnum.  (Mynd Vagnur)

Fyri kappingarárið skrivaði eg grein um øll fýra 10-mannaførini Eysturoying, Ormin langa, Drekan reyða og Havnarbátin. Greinirnar vóru nógv lisnar, og alt talaði fyri góðari kapping í summar. Men øll vilja heilt fram í oddin, og tá eg nú havi fingurin á pulsinum og tosi við nógvar rógvarar, fái eg skjótt at vita, um onkur góð róðrarsøga er í luftini. Í kvøld frætti eg, at tríggir rógvarar umborð á Orminum eru blakaðir í land, og at so kendir rógvarar sum Svein Rógvi Nielsen og Hjálmar Hátún skulu royna at bjarga Orminum, sum seinastu tveir róðrarnar eru endaðir aftastir. Fríði Atlason, sum er komin úr Danmark, er eisini komin umborð.

hjhjhjh

Ormurin stendur longst burtur móti vegginum í góðu hølunum hjá Róðrarfelagnum Knørri. (Mynd Vagnur)

Svein Rógvi er venjari hjá Orminum, men nú situr hann á lærbekki umborð. Svein Rógvi róði við 6-mannafarinum Páll fanga tveir teir fyrstu Fm-róðrarnar. Spurningurin er so, um teir tríggir nýggju rógvararnir fara at bøta um úrslitini. Uttan iva gera teir tað, men ikki rokni eg við, at Ormurin nær heilt fram í oddin. Til tess at fáa váttað tíðindini, ringdi eg til Sámal Kristiansson, sum er næstformaður í Róðrarfelagnum Knørri og róðursmaður umborð á Orminum. Spurningur mín var, um tríggir mans eru blakaðir í land.

Svarið var: Tíðini eru 50% røtt, tí talan er bæði um skaða, og at rógvari/rógvarar eru koyrdir í land, sigur Sámal í stuttari viðmerking. Eg standi eftir við spurninginum, um framferðin hjá Róðrarfelagnum Knørri er røtt at blaka ungar menn í land fyri síðan at seta tveir “eldri” rógvarar við árarnar. Hvat er endamálið, og hvat við næsta kappingarár, tá Ormurin aftur skal mannast. Mín meining er, at hetta er løtuvinningur, má eg siga, tí vit vita øll, at tað tekur tíð at byggja upp og seta við ungar rógvarar. Annars rakar tað ikki meg, hvør rør við Orminum, men hetta tykist mær ógvuliga løgið. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *