Tey avgreiddu róðrarnar til “ug” í Runavík seinnapartin

kjkjkj

Tummas Petur Thomassen í føroyskari húgvu gekk bátunum til handa. (Mynd Teitur)

Fyrireikararnir av FM-róðrunum í Runavík prógvaðu enn einaferð í dag, at hetta duga tey. Nógvar eru eisini royndirnar seinastu nógvu árini. Sjálvt um vit mistu tjúgu minuttir í byrjanini, og vit upplivdu ein tjóvstart og ein bátur hekk fastur, og tí tveir eyka startir, so tóku FM-róðrarnir júst tveir tímar at avgreiða. Hetta er alt góðtikið avrik. Eg havi tosað við ein í Havnar róðrarfelag, sum var á staðnum. Hann segði mær nakað soleiðis í telefonini:

jkjkkj

Eyðun Petersen syrgdi fyri, at bátarnir fingu røttu tølini.(Mynd Teitur)

– Vit merktu beinanvegin, tá vit komu á staðið, at uppgávuna tóku fyrireikararnir í stórum álvara. Har vóru fólk á staðnum at hjálpa manningunum at fáa bátin á sjógv, og har vóru nógv fólk á øllum postum. Har var eisini góð kunning til róðrarfólkið úti á startinum, sum gjørdi, at rógvarar vóru róligir og aktaðu væl.

– Vit sóu eisini, at øll útgerð var klár langt fyri startin, og tvær stórar tvíkiljur hjá Bakkafrosti hildu startinum. Og har var Tummas Petur Thomassen í føroyskari húgvu og Eyðun Petersen klárir at hjálpa manningum, so tær fingu talið rættstundis, sum skuldi festast frammi í stavni, og at manningar komu á sjógv rættstundis. Samanumtikð væl úr hondum greiddir róðrar í Runavík.

Sjálvur sá eg róðrarnar í Krigvarpinum, og ikki áður havi eg sæð so góðar myndir. Tað var durdarveður fyrstu róðrarnar, men tá 10-mannaførini róðu, var fitt av aldu í byrjanini av róðrinum, sum darvaði eitt sindur. Meira seinni frá kappróðrunum í Runavík, tá myndatólið kemur aftur úr Runavík.  (Vagnur

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *