Hvat kunnu vit vænta okkum í FM-róðrunum á eystanstevnu

Barnamanningar sleppa sjálvandi at rógva í Runavík. (Mynd Dánjal)

Vøkru bátarnir Nevið reyða, Knørrur, Argjabáturin og Miðvingur. (Mynd Teitur)

Fyrstu FM-róðrarnir á norðoyastevnu eru altíð serligir, tí vit kenna ikki styrkuna á øllum manningunum, og teir bestu bátarnir liggja ikki borð um borð. Næstu FM-róðrar eru eisini serligir, tí nú kenna vit bestu bátarnar  frá norðoyastevnu, og nú liggja bestu bátarnir borð um borð. Róðrarnir í Hvalvík vóru eisini serligir, tí tað gekk sum tað gekk við fyrireikingini. Hetta kunnu vit ikki gera umaftur, og vit síggja fram til leygardagin, tá manningarnar rógva í Runavík. Hvat kunnu vit vænta okkum?

5-mannaførini við kvnnum. Páll fangi, Teistin og Erla kongsdóttir. (Mynd Teitur)

5-mannaførini við kvnnum. Fípan fagra, Teistin og Erla kongsdóttir. (Mynd Teitur)

Barnamanningarnar róðu ikki í Hvalvík, so tær lata vit liggja hesuferð. Dreingirnir umborð á Junkaranum gjørdust nummar fýra á norðoyastevnu, og einki talaði fyri, at báturin vann í Hvalvík. Men dreingjaróðrar kanst tú ikki rokna út, tí har skiftir so mangan. Tað eru teir fýra bátarnir Junkarin, Fípan Fagra, Frúgvin og Tjaldrið, sum vóru fyrstu bátar í Klaksvík, men í Hvalvík býttu teir bara pláss á stigatalvuni. Í Runvík er eingin vissa, hvør vinnur dreingjaróðurin, tí nevnast kann, at Junkarin var átta sekund frá Fípuni Føgru á norðoyastevnu, og báturin vann í Hvalvík.

6-mannaførini

6-mannaførini við monnum nærmast Fortuna, so Páll fangi, Smyril og Hvessingur. (Mynd Teitur)

Firvaldur við gentum er ósigraður higartil, men tað styttist frammi í oddinum. Nærmasti kappingarneytin er Falkur, sum minkaði um frástøðuna í sekundum í Hvalvík. Tað løgna var eisini, at Hulda av Tvøroyri, sum ikki kláraði seg væl á norðoyastevnu, kom í Hvalvík heilt fram í oddin. Spennandi um tað eydnast Falki at taka Firvald í Runavík.  Og Havfrúgvin er eisini har. Tað kom óvart á okkum, at Erla kongsdóttir við kvinnum vann so tryggan róður í Hvalvík, tí Teistin av Argjum vann tryggjan róður á norðoyastevnu. Talan eru tríggjar bátar frammi í oddinum. Erla kongsdóttir, Teistin og Fipan fagra. Eg rokni við, at Teistin kemur afturíaftur.

So er spurningur, um armarnir úr Klaksvík eisini fara upp um høvdu í Runavík. (Mynd Teitur)

So er spurningur, um armarnir úr Klaksvík eisini fara upp um høvdu í Runavík. (Mynd Teitur)

6-mannaførini Smyril og Hvessingur koma at kappast um fyrsta plássið í Runavík, tí teir umborð á Páll fanga hava givið avboð. Tað sýnist, sum teir umborð á Smyrli eiga nakað eyka, tá bátarnir nærkast málinum. Rokni tó við, at Hvessingur hevur eins góðan møguleika og Smyril at vinna leygardagin. Òvart kom á okkum øll, at 8-mannafarið Nevið reyða vann so tryggjan sigur í Hvalvík, har báturin legði seg trygt á odda skjótt í róðrinum. Eg undraðist, at Gullbrandur úr Fuglafirði ikki stóð seg betur, og báturin var eisini yvirhálaður av Knørri. Eg rokni við, at Gullbrandur gerst í hvørfall nummar tvey, meðan Nevið uttan iva fer við sigrinum.

Eysturoyingur verður torførur at taka á heimasjógvi. (Mynd Teitur)

Eysturoyingur verður torførur at taka á heimasjógvi. (Mynd Teitur)

10-mannafarsróðurin var serligur fyri okkum, sum hava fylgt Havnarbátinum í nú nógv ár. Teir umborð á Eysturoyingi er óførir. Teir rógva hesi seigu longu kraftigu tøkini. Og so legði eg til merkisl, at miðskeiðis í róðrinum tóku teir nøkur serliga kraftig tøk og tóku seg stóran stavn fram um Havnarbátin og Drekan reyða, meðan Ormurin var nakað aftanfyri. Ættin hevur eins og í øðrum róðrum nógv at siga leygardagin, tí er mótvindur, verður Eystoyingur uttan iva ikki tikin, men er undan, so kann báturin fáa enn størri kapping enn í Hvalvík. Eysturoyngur var bara minni enn hálva bátslongd frammanfyri Havnarbátin og Drekan reyða, har munur var heilt lítil.

Tað, sum hendi við startinum í Hvalvík, fer ikki at henda í Runavík. (Mynd Teitur)

Tað, sum hendi við startinum í Hvalvík, fer ikki at henda í Runavík. (Mynd Teitur)

Tað, sum hendi í Hvalvík, fer ikki at henda í Runavík, so mikið veit eg. Har fer alt at ganga eftir einum snóri. OK. Óhapp kunnu henda, men ikki vegna vánaliga fyrireiking. Spennandi, um vit fáa at síggja onkrum nýggjan vinnara leygardagin. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *