
Her síggja vit barnamaningar í Hvalvík leygardagin. Stórur bogi er í startinum, tí eingin hanafótur er festur í startin. (Mynd heimasíðan)
Á myndini omanfyri liggja trettan barnamanningar við startin í Hvalvík – trettan dreingjamanningar. Eg havi tosað við róðrarmann, sum eygleiddi, hvat fór fram úti á málinum, tá hesir trettan barnamanningar lógu við fasta startin í so langa tíð, og fyrireikararnir ikki fingu fasta startin at rigga. Sum tit siggja, so er einki galið við veðrinum, men tað er galið við startinum, sum liggur í stórum boga. Róðrarmaðurin sigur soleiðis við undirritaða.
– Eg sá beinanvegin, at her var okkurt spinnandi galið, tí tá bátarnir hildu í startinum, var heilt stórur bogi í startinum, so bátarnir lógu slett ikki yvir eins. Haldi, at annar endin var fastur í land, men eri ikki heilt vísur, men stóri trupulleikin var, at eingin hanafótur var at síggja aftanfyri startin. Hanafóturin skal syrgja fyri, at halda startinum aftur, tá bátar hava fest í startin og rógva fram.
– Eisini sá eg, at eini hjálparbáturin hevði ov lítla motororku at halda startinum í hinum endanum. Eingin ivi um, at fólkini, sum høvdu við henda startin at gera, høvdu ikki røttu royndirnar, sum Róðrarsambandið skal syrgja fyri, at tey hava. Tí endaði alt sum tað gjørdi, og 175 barnarógvarar vóru sendir til húsa uttan at sleppa at rógva, sigur róðrarmaðurin í stuttari viðmerking.
Fyri meg er hetta alt ófatuligt og ein afturvendandi hending. Havi skrivað um bátar við ov lítlari maskinorku, og hava skrivað um hanafót og nógv annað í sambandi við startin. Nú var eg hart ímóti, at teinarnir 1500 og 2000 metrar vóru strikaðir í eini royndartíð. Helt, at føroyskur kappróður misti grundkjarnuna í róðrinum, og at her bara kastaðu fólk handklæðið í ringin og góvu upp.
Grundgevingin hjá nøkrum feløgunum var, at 1500 og 2000 metrar teinarnir vóru orsøkin, at tað tók so langa tíð at avgreiða róðrarnar á summum støðum. Men hesar grundgevingarnar eru ikki rættar, tí vit hava sæð júst mótsatta á nógvum plássum. Vit renna okkum inn í hesar trupulleikar ferð eftir ferð, tá pláss sleppa at fyrireika FM-róðrar, sum slett ikki eru før fyri hesum ella hava manning til arbeiðið. Besta dømi er Sørvágur fyri nøkrum árum síðani. Var í Hvalvík gjørt sum í ódnartøkunum, har køn fólk fylgja startinum út á bygdirnar, so var hetta ongantíð hent. Sjálvur hava eg í nógv ár tosað ella rættari sagt skrivað fyri deyvum oyrum um júst tað sama, sum hendi í Hvalvík. (Vagnur)