Fleiri óvæntað úrslit á sundalagsstevnuni í Hvalvík

Sum 10-mannaførini vóru jøvn í Hvalvík. Teir umborð á Havnarbátinum fingu veruliga uppreist frá norðoyastevnu. (Mynd Teitur)

10-mannaførini vóru jøvn í Hvalvík. Teir umborð á Havnarbátinum fingu veruligan uppreisn frá norðoyastevnu. (Mynd Teitur)

Ein sálarfrøðingur hevði kanska kunnað sagt mær, um tað ávirkar úrslitini, at rógvarar soleiðis skulu bíða tímar til tess at sleppa at rógva. Kroppurin og harvið sálin ger seg til reiðar til ávísa klokkutíð eins, tá tú fert til próvtøku í skúlanum. Men henda klokkutíðin flutti seg alla tíðina í Hvalvík. Vit skrivaðu føroyska róðrarsøgu í Hvalvík leygardagin, tí eitt var, at 175 barnarógvarar vóru sendir til hús vegna út av lagi vánaliga fyrireiking, men eisini tað, at seinastu skotini brusti fyri 10-mannaførunum, tá klokkan slerdi 19.46 á kvøldi. Syrgiligt, at slíkt skal koma fyri enn einaferð, og allan dagin í gjár og kvøldið við, hevði eg ikki góða róðrarkenslu.

5-mannafarið Erla kongsdóttir við gentum vinnur her tryggjan sigur. (Mynd Teitur)

5-mannafarið Erla kongsdóttir við kvinnum vinnur her tryggjan sigur. (Mynd Teitur)

Tá tað er sagt, fingið vit avgreitt FM-róðrarnar og fingu tey ymsu stigini í stigatalvuna. Vit høvdu fleiri favorittar, men summir bátar livdu ikki upp til “favorittrolluna”, og vit fingið nøkur óvæntað úrslit. Eg segði við vinmann og ein umborð á Havnarbátinum, at teir fóru heilt vist í hvørtfall avstað við bronsumerkjunum. Føldi hetta, tí manningin legði ikki nóg nógv í tøkini fyrsta teinin á norðoyastevnu og høvdu orku eftir nær málinum. Sjáldan hava vit sæð fýra so jøvn 10-mannafør, sum í Hvalvík, og hetta boðar frá góðum næstu stevnurnar.

Sílið við dreingjum var á odda stóran part av róðrinum, men Junkarin úr Kvívík longst burtur á myndin fór við sigrinum. (Mynd Teitur)

Sílið við dreingjum var á odda stóran part av róðrinum, men Junkarin úr Kvívík longst burtur á myndini fór við sigrinum. (Mynd Teitur)

Ì undangrein nevndi eg 8-mannaførini Gullbrand og Nevið reyða, og soleiðis sá eisini út í fyrsta róðrinum, sum var skotin av. Tá var Gullbrandur fremstur. Í seinna róðrinum leyp Nevið reyða avstað og vann tryggan sigur, meðan Gullbrandur óvæntað datt aftur á triðja plássið. Nú hevur Nevið reyða so favorittrolluna á næstu stevnu.

Teir umborð á Nevinum reyða úr Klaksvík vóru i essinum leygardagin og vunnu tryggan sigur. (Mynd Teitur)

Teir umborð á Nevinum reyða úr Klaksvík vóru i essinum leygardagin og vunnu tryggan sigur. (Mynd Teitur)

Tey trý 6-mannaførini við monnum Smyril, Hvessingur og Páll fangi eru jøvn, og tað sýnist, sum “restin” frá Klaksvíkingi frá í fjør gerst betri og betri og otar seg longur fram í oddin. Men kappingin stóð millum Smyril og Hvessing, har Hvessingar var á odda fyrst í róðrinum. Lítil munur á fremstu bátunum, og sjálvandi kann alt henda á næstu stevnu, tí bátarnir eru so javnir.

Hørð kapping frammi í oddinum. Smyril fer fyrstur um málið, síðani Hvessingur, Páll fangi og Fortuna. (Mynd Teitur)

Hørð kapping frammi í oddinum. Smyril fer fyrstur um málið, síðani Hvessingur, Páll fangi og Fortuna. (Mynd Teitur)

Hvat skulu vit siga um 6-mannafarið Rádna við kvinnum? Tær rógva bara so ófatuliga væl og síggjast út at vera í topp, topp venjing. Kortini standa Sølmundur, Páll fangi og Fortuna seg væl, so vónandi, eg sigi vónandi, gerst munurin minni á komandi stevnum. Tær “eldru” umborð Jarnbardi tímdu ikki at bíða í fleiri tímar og fóru til hús, men eg vóni ikki, at tær nú leggja kongin og heldur velja Masterskappingina seinastu tríggjar stevnurnar. Dugi ikki at síggja nakað endamál í hesum, tí tær eru so væl fyri, at sjálvandi hoyra tær ikki heima í kappingini fyri tær eldru.

Torført hjá hinum bátunum at taka 6-mannafarið Rádna við kvinnum. (Mynd Teitur)

Torført hjá hinum bátunum at taka 6-mannafarið Rádna við kvinnum. (Mynd Teitur)

5-mannaførini við dreingjum var løgin kapping. Fyrsta árs dreingirnir umborð Sílinum lógu mest sum á odda stóran part av teininum, meðan fremsti bátarnir á norðoyastevnu megnaði ikki heilt at fylgja við. Tó komu Frúgvin og Fípan fagra heilt fram seinast í róðrinum, men tað var Junkarin úr Kvívík, sum fór við sigrinum. Altíð torført at rokna út dreingjaróðurin, tí veðrið ger seg mangan galdandi í hesum róðri. Um róð verður ímóti ella undan, ella vindurin liggur inn á síðuna á bátinum.

Tíggju 5-mannafør við gentum liggja her úti á málinum í Hvalvík. (Mynd Teitur)

Tíggju 5-mannafør við gentum liggja her úti á málinum í Hvalvík. Starturin er ikki strammur hesa løtuna. (Mynd Teitur)

5-mannafarið Teistin við kvinnum av Argjum var mín tryggi sigursharri í Hvalvík, men tær umborð á Erlu kongsdóttir vildu nakað annað og vunnu tryggan sigur. Sum tað gongur væl hjá bátunum úr Fuglafirði, har felagið ríður á einari góðari aldu í løtuni. 5-mannaførini við gentum gjørdist meira spennandi, enn eg roknaði. Á norðoyastevnu vann Firaldur tryggan sigur, men í Hvalvík var minni enn eitt sekund millum Firvald og Falk. Og so ota eisini Hulda og Havfrúgvin seg spakuliga fram í oddin. Hetta boðar frá góðum. Ùrslit og tíðir síggjast inni á Stavnur.fo (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *