Seinasta leygardag koyrdi eg vestur í Vágar og steðgaði á Oyrargjógv. Har var friðsælt og vakurt. Tankarnir reikaðu hesa løtuna, og nógv vóru minnini frá tíðini, vit fóru vestur í Vágar at spæla hondbólt. Minniligar løtur á Oyrargjógv, men eisini langar løtur at bíða eftir Bragd og seinni bilferjuni Sam. Ikki eri eg nakrantíð komin á land á Fútakletti, men hava siglt til Miðvágs á sinni við Vesturleið, sum sigldi millum Havnina og Miðvág. Fyrst í 1960 – árunum byrjaðu teir at gera Oyrargjáarvegin frá gamla Fútakletsvegnum, og í 1965 var atløgubryggjan tikin í nýtslu. Og hetta var júst um tað mundið, tá Oyggjarvegurin varð bundin saman. Hetta var 6. juni 1966, eftir at vit í eina tíð máttu ganga millum vegirnar upp á oynnni við Hórisgøtu.

Ferjulegan var tikin í nýtslu í 1971. Nú er alt hetta søga, men nógvi minnini eru eftir. (Mynd Vagnur)
Í juni mánað í 1965 var atløgubryggjan tikin í nýtslu. Bragd, sum bara tók tveir bilar, kundi leggja at báðumegin bryggjuna. Hetta, tí tað kann reka hart í Vestmannasundi og hugsast mátti um vind – og streymviðurskifti. Ferðslan kring landið øktist skjótt hesi árini, og flogferðslan var eisini økt, tí var longu nýggj ferjulega gjørd norðan fyri bryggjuna, og tá kundi bilarnir koyra í land bæði á Oyrargjógv og í Vestmanna. Í 1965 fóru teir eisini at betra um Fútakletsvegin niðan á Háls og til Sandavágs.

Veðurgott er á Fútakletti. Vónandi varðveita vágafólk søguliga vegin og ikki minst støðna. (Mynd Vagnur)
Ávegis aftur til Havnar mátti eg eisini síggja Fútaklett. Tá eg gekk eftir gamla vegnum oman á støðna, hugsaði eg, hvussu nógv ferðasambandið er broytt bara í mínari tíð. Tað var tann tíð, tá neistaspælarar fóru í opnum báti av Velbastað vestur í Vágar at spæla hondbólt ella fóru við Vesturleið í Vágar. Nú setur tú teg í bil og fjøruti minuttir seinni, stendur tú á flogvøllinum.
Eg síggi í frálíku bókini Vága samferðslusøga, at í 1929 vóru fyrstu stigini tikin at gera veg millum Sandavág og Fútaklett. Amboðini vóru ikki nógv og góð, og til tess at koma leiðina fram, mátti arbeiðsmenninir gera fjúrtan brýr á langa strekkinum. Í 1935 var vegurin úr Sandavágí á Fútaklett liðugur. Frá firndini hava føroyingar í árabáti ferðast millum oyggjarnar, og mangan var torført at flyta fólk, post og fram í árabátum. tí bátirnir vóru smáir, streymurin mangan harður, og veðrið mangan ikki til vildar. Nakað kallaðu tey “skjútsur”. Hetta var pliktarbeiði, tá embætisfólk og postur skuldu flytast millum oyggjarnar. Og mangan var lagt nógv fyri. (Vagnur)

10. desember 2002 var stórur hátíðardagur, tí tá var Vágatunnilin alment tikin í nýtslu. (Mynd Vagnur)
Niðanfyri søgu havi eg funnið í Varðanum bind 18, sum sigur okkum, hví Fútaklettur kom at eita Fútaklettur. 

