
Kvinnubátur í 1918. Við róðri situr Andrea Árting. Hinar kvinnurnar eru Petra Toftum, Mourentsa Mouritsen, Crace Arge, Karin Andreasen, Alma Fossá og Lina Johansen. (Mynd bókin Drekin)
Andrea Árting var kvinnan, sum í 1918 tók fyrsta stigið at fáa kvinnur at rógva kapp. Andrea, sum stríddist fyri javnrættindi millum kvinnur og menn, vildi hava gentur og kvinnur at rógva til tess at vísa fólki, at konufólk kundu eins væl og menn rógva og hava áralag. Á ólavsøku í 1918 tók hon stig at manna fýra bátar við kvinnum. Tríggjar manningar úr Havn og ein úr Nólsoy. Tá var róð inn á Eysturvág. Í bókini Drekin stendur at lesa, at Andrea og tær fýra manningarnar eftir róðurin spleysaðu til ein kaffimunn, sum Johanna Restorff á Áarvegnum borðreddi fyri teimum i vakra og hugnliga blómugarði sínum, har gamla apotekið seinni var bygt..

Hesar mannaðu bátin hjá Toft Óla á ólavsku í 1927: Standandi f.v: Sanna Højgaard, Petra Næs, Oktavia Nielsen, Jona Niclasen og Petra Rein. Fremst f.v: Anna Lambaa og Marianna Hjalt. (Mynd bókin Drekin)
Næstu árini gekk ikki so væl at fáa mannað kvinnubátar, og ein orsøk var, at torført hjá var hjá kvinnunum at fáa bátar at rógva við. Men í 1927 eydnaðist at manna tríggjar bátar á ólavsøku. Tað vóru Toft Óli og B.A Samuelsen, sum eggjaðu kvinnunum at rógva á ólavsøku. Og eingin annar enn navnframi Knút Lambaa legði kvinnunum lag á kvøld um kvøld upp undir ólavsøku. Hugnaløta var eisini eins og nú, tí eftir róðurin fóru kvinnurnar í neystið hjá Toft Óla at leska sær á við sodavatn. Tær fingu steyp frá Tórshavnar býráð, skrivar Niels Juul Arge í bókini Drekin.
Áhugavert at síggja búnarnar, kvinnurnar eru klæddar í. Á ovaru myndini eru kvinnur í matrósaklæðum, og niðari myndini kvinnurnar í kjóla og stóra sloyfu.
Andrea Árting var fødd 23. desember 1891 í Havn og doyði 30. mai 1988. Hon var fakfelagsforkvinna í Havnar arbeiðskvinnufelag í fjúruti ár frá 1937 til 1977. Hon var ein av fyrstu føroysku kvinnum, sum stillaði upp til løgtingsval, og var tað í 1940 á listanum hjá Loysingarflokkinum, men hon var tó ikki vald. Tjóðveldisflokkurin var stovnaður í 1948, var hon ein av trúføstu stuðlunum hjá flokkinum. (Vagnur)