
Hevði ikki væntað, at Eysturoyingur vann so tryggan sigur. Gleði meg longu til leygardagin. (Mynd Teitur)
Kappróðurin fær nógva umrøðu í løtuni, tí Kringvarpið sendir róðrarnar beinleiðis og portalar leggju út úrslit og góðar myndir. Frálíkt fyri kappróðurin. Tí er ikki nógv hjá mær at leggja aftrat, men tó so. Eg var ikki í Klaksvík, men eg lurtaði eftir útvarpinum og hava sæð róðrarnar, sum Kringvarpið hevur lagt út. Haldi ikki, at eg nakrantíð áður hava sæð so stóran mun á bátunum sum hesuferð í Klaksvík. Hetta er triðja árið, vit rógva 1000 metrar í Klaksvík, og í Kringvarpinum segði viðmerkjarin, at orsøkin, at fleiri bátar eru við í summar, eru 1000 metrarteinarnir. Men hetta er ikki rætt. Tað eru fleiri ungdómsmanningar, men 10-mannaførini, 8-mannaførini og 6-mannaførini, sum áður róðu 1500 og 2000 metrar eru samanlagt ikki fleiri. (Øll úrslitini finnast inni á Stavnur.fo)
Fara vit fyrst til talið av bátum, so hava vit nú í 2014, 2015 og 2016 róð 1000 metrar í Klaksvík. Í 2013 vóru hesir bátar fjúrtan í talin, men í 2014 og 2015 vóru bátarnir seytjan bátar. Og í gjár róður fimm 6-mannafør, fimm 8-mannafør og fýra 10-mannafør, og tað eru færri bátar enn undanfarin ár. Serliga eru 6-mannaførini við monnum fækkað. Torført er at siga nakað um, hvussu gekst at leggja bátarnar í gjár, tí orsakað av jarðarferð, var barnaróðurin fluttur ein tíma, og tí vóru allir róðrarnir fluttir samsvarandi.
Tá eg sigi omanfyri, at sjáldan havi eg sæð so stóran mun bátunum í fleiri róðrum, so hevur hetta sína orsøk. Eru bátarnir fleiri enn undanfarin ár og serliga ungdómsmanningarnar, so eru nógvar manningar, sum rógva fyrstu ferð FM-róðrar. Talan er um fyrsta árs gentur og dreingir, sum skulu rógva ímóti rógvarum, sum eru eitt tvey ár eldri og hava kanska róð í eitt tvey ár. Hetta sóu vit serliga í barnaróðrinum, 5-mannafør við gentum og dreingjum, men eisini í øðrum róðrum.

Teistin 5-mannafar við kvinnum helt fram í Klaksvík, har báturin slepti í ódnartøkunum. (Mynd Teitur)
Serliga legði eg merki til, hvussu ymist manningarnar startaðu. Til dømis Firvaldur við gentum og Rádni við kvinnum. Manningarnar “langa” til við langum byrjunnarspurti og vinna sær eina bátslongd næstan fyrstu hundrað metrarnar. Hetta er manningar, sum eisini hava róð ódnartøk í fleiri ár og eru í toppvenjing. Eftir ódnartøkini gerst tú tær ábendingar, og nógvar av ábendingunum hjá mær hildu, men ikki allar. At Teistin 5 mannafar við kvinnum fór at vinna í Klaksvík, var eg næstan vísir í, men áhugavert at síggja Fípuna Føgru og Erlu kongsdóttir, sum vóru væl við. Tær skulu uttan iva hyggja at startinum og ikki lata Teistan fara ov langt í startinum.
Eg kendi styrkjuna hjá 8-mannafarinum Nevinum reyða, men eg roknaði við, at Miðvingur fór at gera um seg, men tað var Gullbrandur úr Fuglafirði, sum gav Nevinum skarpan gang og vann spennandi róðurin. Argjabáturin var eisini væl við. Nú lógu fremstu dreingjabátarnir so langt hvør frá øðrum, og tí var torført at meta um úrslitið inn eftir vágni. Fipan Fagri mitt á fjørðinum kappaðist við Tjaldrið inni undir landinum um fyrsta plássið. Eisini í hesum róðrinum var heilt stórur munur á fyrstu bátunum og teimum aftastu.
Áhugavert at síggja gentubátarnar, har Firvaldur helt fram, har tær sleptu í fjør. Beinta og Falkur hingu í Firvaldi, og kunnu tær umborð á hesum bátum hyggja gjølla at startinum hjá Firvaldi og ikki lata bátin sleppa ov langt fram um fyrstu hundrað metrarnar, so gerst javnari á næstu stevnu. Tá koma bátarnir eisini at liggja borð um borð.
Spennandi kapping frammi í oddinum millum 6-mannaførini við monnum, har kappingin stóð millum Smyril og Hvessing. Bara fimm 6-mannafør við monnum, har Fortuna og Gongurólvur ikki megnaðu at fylgja við, meðan Páll Fangi var har. Kappingin stóð millum Smyril og Hvessing, sum Smyril vann.
Ògvuliga fegin, tá eg hoyrdi, at seks 6-mannafør við kvinnum skuldi rógva í Klaksvík. Aftur har skulu manningarnar hyggja at startinum hjá Rádna, sum vann sær eina bátslongd beinanvegin. Eisini í hesum róðrinum var stórur munur á bátunum. Teir umborð á Rádna eru væl fyri, men kann Sølmundur, Páll Fangi og hinir bátarnir gerast betri, so gerst “feltið tættari” leygardagin.
Sjálvandi visti eg, at Eysturoyingur fór at standa seg væl, men at hann vann so trygt í Klaksvík, roknaði eg ikki við. Kom óvart á meg, at ungu menninir umborð á Orminum stóðu seg so væl, meðan eg væntaði mær eitt sindur meir av Drekanum reyða. So er tað Havnarbáturin, sum misti ov nógv frá byrjan, men kom væl afturíaftur ímóti endanum. Ikki eri eg ónøgdur við úrslitið, sjálvt um báturin gjørdist nummar fýra. Nýggj samansett manning, sum ikki var við í ódnartøkunum. Nú sigi eg vit, tí Havnarbáturin hevur altíð havt mín serliga áhuga. Eri fegin, at báturin bleiv mannaður. Menninir eru í góðari venjing, teir skulu bara fáa nøkur “ting” pá pláss, so gerst úrlitið betri. Eg gleði meg longu til leygardagin.
Tá eg síggi stóra munin í fleiri róðrum, so er týdningarmikið, at tey vaksnu, sum varða av teimum ungu, eftirmeta rætt. Aldursmunur er á ungu rógvarunum, summar manningar hava róð í fleiri ár, meðan aðrir rógvarar bara hava sitið í bátinum í fáar vikur. Tað er at fáa hesar manningar ikki at missa mótið og fegnast um framstigini, sum tey uttan iva fáa á komandi stevnurnar. Eg havi eisini myndir frá barnaróðrinum, sum eg fari at ummæla í næstu grein.
Vit skulu eisini minnast til, at á næstu stevnu liggja bátarnir øðrvísi. Tá liggja fremst bátarnir frá norðoyastevnu borð um borð. Nógvir áskoðarar sóu róðrarnar í Klaksvík, og tað fegnast vit eisini um. (Vagnur)




