
Petur Sigurd Rasmussen, Dia Jacobsen, Malvina á Dunga og Tórur Holm, sáli, seinast í 50-árunum. (Myndaeigari: Malvina á Dunga)
Skrúðgonga er fastur táttur á ólavsøku, har ítróttafólk og hornorkestur ganga skrúðgongu. Á mínum ungu árum var næstan altíð soleiðis, at ítróttafeløgini bóðu ítróttafólk bera flaggið á ólavsøku, sum høvdu framt serligt avrik á vølli, í báti, í fimleiki, á rossabaki ella í svimjihyli. Niðanfyri orð skrivaði eg fyri umleið tveimum árum síðani.
Á myndini síggja vit Petur Sigurd Rasmussen, Dia Jacobsen, Malvinu á Dunga og Tóra Holm, sála, frammanfyri Tinghúsið á ólavøku seinast í 50 árunum. Petur Sigurd var málverji hjá HB, Dia málverji hjá Kyndli, Malvina málverji hjá Neistanum, ja, Tórur umboðar her Havnar Fimleikafelag, men Tórur spældi eisini hondbólt við Neistanum og róði kapp við Havnarbátinum.
Petur Sigurd spældi hondbólt við Neistanum, áðrenn Kyndil varð stovnað í 1956. Og Dia var við at skriva hondbóltssøgu í 1964, tá føroyskt hondbóltslandslið spældi fyrsta landsdystin ímóti íslendingum í Gundadali. Tað er óivað ikki av tilvild, at tey fýra fáa heiðurin at bera merkið á ólavsøku. Tað verður sagt um Tóra Holm, sála, at hann ólavsøkuaftan um hetta mundið fyrst róði kapp á Havnarvág, fór síðan í Gundadal at spæla ólavsøkudyst við B36, har leiðin so gekk á hondbóltsvøllin at spæla ólavsøkudyst við Neistanum.
Góð ólavsøkuminni, sum tú minnist ógvuliga væl. Myndaeigari er Malvina á Dunga. (Vagnur)
