Áki stúrir ikki fyri stóru uppgávuni at venja neistamenn

Áki vunnið fýra FM-heiti við neistamonnum. (Mynd Álvur)

-Sjálvandi veit eg, at uppgávan verður øðrvísi enn undanfarin ár hjá neistamonnum, tí so nógvir spælarar eru farnir. Vit fara inn í nýggja tíð við mest sum bara egnum spælarum úr  felagnum, sigur Áki. Hann og 400 onnur vóru til gallaveitslu í Klaksvík í gjárvkvøldið, men Áki var væl fyri seinnapartin, eg hitti hann í telefonina. Greitt er, at Finnur Hansson, Heini Hanusarson og Ári Dam eru farnir úr bólkinum. Hvat kunnu vit nú vænta av neystamonnum næsta kappingarár, men fyrst eitt sindur um Áka Mørk, sum er uppvakstin í Neistanum.

Áki Mørk var longu frá ungum árum úrmælingar á hondbóltsvøllinum, hann kundi spæla allastaðni í bakketuni og hevur ótrúliga gott skil fyri spælinum. Áki var ein av ungu kreftunum á liðnum, tá ið neistamenn vunnu FM-heitið í ár 2000 eftir 22 ára FM-turk. Tá vóru Heini Hanusarson og Áki Olsen, sum kom úr VÍF, toppskjúttar á liðnum. Men Áki riggaði ótrúliga væl sum ungur innskiftari og spældi meistarliga í serliga seinastu dystunum. Áki var eisini við at vinna FM-heitið í 2008, 2010 og 2011 við neistamonnum,  har hann í fleiri førum var “jokarin” á liðnum.

Áki eigur metið í felagnum, hann hevur vunnið fýra FM-heitiið í bestu deildini. (Mynd Álvur)

Áki er 30 ára gamalur og átti at spælt nøkur ár aftrat, men seinastu árini hava nógvir ymsir skaðar plága. Talan er bæði um rygg, akslar og knø. Hann spældi heilt lítið í vetur vegna skaða í rygginum. Áki hevur ikki útbúgving sum venjari, men hevur vant ungdómslið í felagnum og hevur nógvar royndir sum spælari. Tá ið Mortan Hust gavst sum venjari hjá neistamonnum í heyst, vandi Áki neistamenn, men hann vildi alla tiðina sleppa á vøllin aftur. Tí vandi hann bara neistamenn í tveir mánaðir, har hann stóð fyri liðnum í seks dystum. Síðani tók Páll Poulsen yvir. Men hvat kunnu vit vænta av neistamonnum? Áki Mørk:

-Eg varð settur venjari fríggjadagin, so alt er nýtt, og leygarkvøldið vóru vit í gallaveitslu í Klaksvík. Men tað liggur heilt greitt, at uppgáva mín verður heilt øðrvísi enn tildømis treytirnar hjá Inga Olsen. Nógvir spælarar eru farnir, og vit fara fyri tað mesta at brúka spælarar, sum eru uppvaksnir í Neistanum. Tó so, og okkurt fremmant andlit verður á liðnum. Ikki eri eg bangin at gerast venjari hjá neistamonnum, tí eg veitt, hvat hetta inniber. Havi stóran áhuga í venjarastarvinum, men tú fært meg ikki at siga, at Áki er givin sum spælari med alla. Í løtuni eri framvegis skaddur í rygginum og kann ikki spæla.

-Ikki havi eg tosa við spælararnar enn, men sjálvandi fara vit skjótt at tosa um málsetning, venjingar og finna útav, hvørjir spælarar eru tøkir. Men eingin ivi, at Neistin byrjar við ungum liði, tá ið kappingin fer gongd í heyst. Enn er heldur ikki greitt, hvør verður mín hjálparvenjari, sigur Áki at enda.

Spennandi at fylgja neistamonnum næsta kappingarár. Nógvir nýggir venjarar kring landið, og óivað eru liðini eisini nógv broytt, tá ið spælarar fara á vøllin í heyst. Veit ikki um tú kanst siga, at gulltíðin hjá neistamonnum nú er av á hesum sinni, men hvør veit? Neistamenn hava fingið ótrúlig úrslit seinastu árini, og eg taki ikki munnin ov fulla, tá ið eg siga, at neistalið, sum vann FM-heitið í 2011, er óivað besta mansliðið, sum er sætt í Føroyum. Toppspælarar á øllum plássum. Nú byrjar nýggj tíð í bláa leguni. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *