
Óskiljandi, at tey fingið loyvi at byggja henda kassan aftrat gamla vakra Klubban. Tey oyðiløgdu økið.
Í 2011 kom út forvitnislig bók “Endurminningar – Heri Mohr”. Heri var stjóri á Gjaldstovuni í nógv ár, og umframt at bókin snýr seg um lívið hjá Hera, so skrivar hann nógv um tíðina á Gjaldstovuni. Í bókini eru nógvar familiumyndir, men eisini aðrar myndir. Heri Mohr, sum eg kenni væl, er bersøgin maður. Hann hevur skrivað nógvar greinar í bløðini, og er ikki bangin at siga sína hjartans meining um ymist í samfelagnum. Frálíkt, at vit hava slík fólk. Á síðu 179 í bókini er áhugaverd mynd, og Heri sigur eisini sína meining um myndina. Ovara myndin av Klubbanum frá 1908 far gott skoðsmál frá Hera, har hann skrivar: Ein arkitektonisk perla. Niðara myndin fær annað skoðsmál frá Hera: Arkitektonisk afturstig. Og rætt hevur Heri. Guð viti, hvat arkitektarnir og býráðið hava hugsað, tá tey á sinni góvu byggjuloyvi til hesar kassar í miðbýnum. Einki hugflog og nógv akritektonisk afturstig í okkara tá vakra miðbýi. Sum ovara myndin er góð við vøkrum skipaðu húsum við nógvum laðaðu garðum í góðum føroyskum stíli. Niðara myndin er beinleiðis syrgilig. (Vagnur)