Úr myndasavninum – fimtan 8-mannafør vóru í flotanum í 1989

8-mannafarið Knørrur í 1990. Frá vinstru: Jógvan Elias Jacobsen, Guttormur Skaale, Regin Joensen, Petur í Gong, Magnus Gaard, Adreas Ihlen, Páll Olaf Jacobsen, Høgni Hentze og Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)

8-mannafarið Knørrur í 1990. Frá vinstru: Jógvan Elias Jacobsen, Guttormur Skaale, Regin Joensen, Petur í Gong, Magnus Gaard, Andreas Ihlen, Páll Olaf Jacobsen, Høgni Hentze og Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)

Í dag kom eg fram á myndina omanfyri, sum eg tók í 1990. Myndin er av 8-mannafarinum Knørri tikin uttan fyri neystið á “Lágukai”. Øtaðist við, at tá eg hugdi í hagtølini frá róðrarárunum 1989 og 1990, tí á ólavsøku í 1990 róðu ellivu 8-mannafør, og á tveimum stevnum í 1989 vóru tað tólv 8-mannafør, og hetta árið róðu fimtan ymisk 8-mannafør. Manningin omanfyri vann FM-heitið í 1989 og 1990. Eg havi hitt Olaf Vesturgarð, sum róði við bátinum. Og hann sigur í stuttum.

– Vit vandu ógvuliga nógv hetta árið. Vóru annað hvønn dag í bátinum, og vit vandu eisini styrkivenjingar í “Form og Figur”. Hans Joensen hjálpti okkum, og Aksel Haraldsen hevði eisini fingur við í spælinum. Hetta við at eta rætt og liva sunt í róðrarárinum. Vit vunnu sum sagt FM-heitið bæði í 1989 og 1990. Tá vóru ongar rógvimaskinur, men vit runnu eisini, sigur Olaf í stuttari viðmerking.

Teir bláu bátarnir standa væl, men enn vanta rógvarar skiftingarúm og brúsur. (Mynd Vagnur)

Teir bláu bátarnir standa væl, men enn eru eingi skiftingarúm og ongar brúsur. (Mynd Vagnur)

Róðrarfelagið Knørrur var stovnað í 1985, og 8-mannafarið Knørrur hevur áhugaverda byrjunarsøgu. Tá eg hyggi í hagtølini, síggi eg, at 8-mannafarið Leirvíkingur er við í 1979, men árið eftir í 1980 er báturin komin til Havnar og fær navnið Postbáturin. Postbáturin, sum nú er bláur,  er við í 1980, 1981, 1982, 1983 og 1984, har besta úrslitið var í 1980, tá báturin gjørdist nummar tvey í FM-kappingini.

Men so í 1985 broytir Postbáturin navn til Knørrur, og longu sama árið vinnur Knørrur meistaraheitið. Felagið verður eisini stovnað í 1985 og heldur til í søguliga neystinum á “Lágukai”. Tey fingu eisini 6-mannafarið Jarnbard, og báðir bátarnir stóðu í nógv ár í søguliga neystinum. Síðani er felagið vaksið nógv og heldur til gamla pakkhúsinum á Müller brúgv.

Ì 1985, tá felagið var stovnað, vóru eingi skiftingarrúm og brúsur í gamla neystinum á “Lágukai”, og nú vit skriva 2016, og nógvur bátarnir hjá felagnum standa væl, so eru framvegis eingi skiftingarrúm og ongar brúsur. Men, sum eg skilji, so kemur hetta í rættlag ikki um so langa tíð. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *