10-mannafarið Skálabáturin eigur bestu tíðina á ólavsøku

Skálabáturin mannaður við oldboys í 2006. (Mynd Christoffer)

Tíðin hjá Skálabátinum á ólavsøku í 1992 var 3.52.00 minuttir, sum er besta tíðin, 10-mannafar hevur róð 1000 metrateinin nakrantíð. Sama árið hevði Havnarbáturin tíðina 3.52.32, sum nummar tvey bátur. Næstbestu tíðina nakrantíð eigur Havnarbáturin, sum á ólavsøku 2001 hevði tíðina 3.52.03 minuttir. Sama árið hevði Vestmenningur tíðina 3.53.22, sum er fjórðbesta tíðin nakrantíð. 

Nógvir rógvarar leggja seg nógv eftir tíðunum, bátarnir rógva í FM-róðrunum. Fólk frá heimasíðuni www.drekin.fo gjørdu 2005 megnar arbeiði, tá ið tey tvær í vikur og nætur skrivaðu úrslit, tíðir og stig inn á teldu til gleði fyri róðraráhuga. Hagtølini eru aftur til 1973.

Nógv áhugaverd hagtøl eru at samanbera, men eitt liggur tó fæst, at Skálabáturin, sum Niclas í Koltri á sinni smíðaði, eigur bestu tíðina á 1000 metrateininum nakrantíð. Hetta hendi í 1992, tá ið Skálabáturin róði ólavsøkuteinin við tíðini 3.52.00 minuttir. Tó skal nevnast, at teinurin í Havn er ikki meira enn góðar 902 metrar, men tað liggur fæst, at Skálabáturin eigur føroyska metið.

Sjálvandi eru veður, vindur og streymur partar í róðrinum, men 10-mannaførini hava seinastu nógvu árini eisini róð á ólavsøku í kolandi undanvindi sum tildømis í 2001.

Skálamenn søgdu í 2005, at einki er galið við Skálabátinum, sum Niclas í Koltri smíðaði, og at hann eigur at standa seg ímóti nýggju bátunum Sámal Hansen smíðar. Men skálamenn løgdu kortini kongin, tí vakra 10-mannafarið Skálabáturin er skift út við nýtt 10-mannafar, sum Sámal  hevur smíðað. 

Næstbestu tíðina nakrantíð eigur Havnarbáturin, sum í 2001 róði ólavsøkuteinin við tíðini 3.52.03 minuttir, og báturin vann eisini FM-heitið hetta árið.

Torført er at samanbera 1000 metratíðirnar hjá 10-mannaførunum, tí teinarnir eru ikki allir eins langir. Tildømis eru tíðirnar í Miðvági verri enn tær í Havn, sum aftur sigur okkum, at teinurin í Miðvági er longri. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *