Fyrstu ferð grein er tikin av aftur heimasíðuni

Hondbóltur hevur djúpar røtur í Vestmanna. (Mynd Vagnur)

Hondbóltur hevur djúpar røtur í Vestmanna. (Mynd Vagnur)

Hósdagurin, tað vil siga í gjár, var serligur dagur hjá mær í heimasíðuhøpi. Í hálvtfjórða ár havi eg skrivað 1134 greinar á heimasíðuni. Havi altíð lagt áherðslu á, at greinarnar vera skrivaðar á góðum føroyskum máli, sum einferð tilber, og førleikin røkkur. Greinin skal vera borðbar, tað vil siga, at fólk, sum eg geri samrøður við, kunnu síggja greinina, áðrenn hon fer á heimasíðuna. Tað skal alt vera rætt, sum eg skrivi, sjálvt um tú í ítróttagreinum spáar um úrslit og annað í komandi dystum. Hósdagin tók eg grein av aftur heimasíðuna, tí kvinna er ørg um, at eg skrivaði greinina uttan fyrst at tosa við hana. Hon nertur her við mítt trúvirði í míni skriving. Orsøkin, at eg skrivaði greinina er henda: So kann lesarin meta um.

Hósmorgunin hitti eg vestmannakvinnu í SMS, har vit tosaðu eina løtu um hondbólt. Hon segði mær, at tvær vestmannakvinnur vóru við barn. Eg hugsaði beinanvegin í hondbóltshøpi, at tá VÍF missir tveir so sterkar lyklaspælarar, so ávirkar hetta sjálvandi landskappingina hjá kvinnum. At kvinnurnar eru við barn, kom í aðru røð, eg hugsaði allar fyrst í hondbóltshøpi, tí VÍF er jú eitt av teimum trimum liðunum, sum eru ávegis í FM-finalurnar. Kenni sum so ikki kvinnurnar uttan frá hondbóltinum, havi bara tosað við aðra í telefon.

Komin heim, ringdi eg til annan spælaran, men har var einki samband. Síðani ringdi eg til viðspælara hjá umrøddu kvinnunum, sum váttaði fyri mær, at báðir spælararnir vóru við barn. Fór eitt stig longur og skrivaði teldupost til neistavinkonu og spurdi, um hon kendi til málið. Hon svaraði stutt aftur, at hetta vita fólk. Eisini fekk eg at vita, at landsliðsspælarar vistu, hví annar VÍF spælarin ikki spældi ímóti Bretlandi.

Nú helt eg, at hesi tíðindini vóru so almenn, at greinin kundi skrivast. Kanska skuldi eg valt eina aðra yvirskrift, men greinin var skrivað í hondbóltshøpi, har støðan í bestu kvinnudeild var við, og har eg hugleiddi at sindur um møguleikarnar hjá VÍF komandi dystirnar. Seinni um dagin fekk eg teldupost frá tí eina spælaranum, sum helt, at eg var ábyrgdarleysur at skriva greinina uttan at tosa við hana. Hetta hevur hon part rætt í, men í hesum førinum dugdi eg ikki at síggja at hava gjørt nakað skeivt, tí tíðindini vóru jú longu almenn. Eg skrivaði jú einki ósatt. Føroyar er lítið land, og slíkar søgur fara sum ylur um landið, sum í hesum førinum byrjar í Vestmanna.

Seinni tók eg greinina av heimasíðuni, tí eg havi ongan áhuga at sára hondbóltsspælarar, og hetta var slett ikki í mínum hugaheimi frá byrjan. Eg sá bara søguna í hondbóltshøpi. Sjálvandi gerist eg keddur, tá onkur “pilkar” við mítt trúvirði í míni skriving. Hetta er fyrsta greinin av 1134 greinum, sum er tikin av aftur heimasíðuni. Í 1980 -árunum og nakað seinni skrivaði eg heilt nógv lesarabrøv í bløðunum, fekk ongantíð nakrar trupulleikar, tí eg fór ongantíð eftir persónunum, talan var um, men eftir málinum. Havi skrivað í so mong ár, at eg veit, hvar greinsan gongur. Havi stóran áhuga í fjølmiðlum, myndum og fjølmiðlasiði.

Vóni, at báðir VÍF spælararnir, sum eru almennir persónar í hondbóltshøpi, halda mær til góðar. Sjálvandi var allar best, um eg fekk samband við spælararnar, áðrenn greinin var skrivað. Eg komið beint nú at hugsa um aðra grein, sum líkist hesari. Hetta var tá tveir KÌF spælarar høvdu verið ov nógv í býnum. Formaðurin í KÍF hevði verið í fjølmiðlunum, men eg fór eitt stig víðari. Fekk upplýsingarnar frá einum nevndarlimi í KÍF, men onkur helt, at eg var farin ov langt. Alt spældi tó væl av, og fleiri kollfirðingar søgdu mær seinni, at gott var, at eg skrivaði greinina, tí nú savnaðist øll bygdin um mansliðið, sum seinni á kappingarárinum vann FM-heitið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *