Politiska hornið – Samgongan skapar órógv í samfelagnum

Tinghúsið-aEg var ein av teimum mongu, sum ynsktu nýggja samgongu í Føroyum. Fólkið talaði á løgtingsvalinum seinast og vildi broytingar. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fingu vánaligt val, meðan serliga Javnaðarflokkurin gjørdi kvettið á valinum. Men ábyrgd og gott politiskt handalag fylgja stórum valsigrum. Ikki haldi eg, at nýggja samgongan hevur lagt væl frá landi, tí hon hevur skapt órógv í samfelagnum. Pensjonistarnir eru í øðini og tað sama tey lesandi. Ògvuslig hækking tildømis í tinglýsingum, brennievnið hækkar, og so ikki at gloyma rumbul í fiskivinnuni. Samgongan hevur tikið alt ov rívan til, nú tað stundar til jóla.

Serliga haldi eg, at kunningin er alt, alt ov vánaligt. Vit hoyrdu alt ov nógv til fyrrverandi løgmann, sum troyttaðu okkum, men vit hoyra alt, alt ov lítið til núverandi løgmann. Hann skal koma oftari í fjølmiðlarnar og kunnu okkum, hvat samgongan ætlar. Vit hoyra mest bara Kristinu Háfoss og hissini onnur landsstýrisfólk. Tá fólkið á seinasta løgtingsvali vildu broytingar, so meina tey við broytingar til tað betra. Hetta umfatar eisini penjonistarnar, tey lesandi, í fiskivinnuni og á øðrum økjum.

Tá vit tosa um skattalætta til tey lág-og miðalløntu, so roknaði eg við, at samgongan fór at taka nakað frá teimum múgvandi í landinum og lata til tey minni múgvandi. Javna út og býta lagkøkuna eitt sindur øðrvísi. Men hetta hoyra vit lítið um, tí tey tora ikki at nerta tey múgvandi. Hesi fingu jú heilt stóran skattalætta frá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, meðan tey lág-og miðalløntu fingu mest sum einki. Tó boðar samgongan frá lítlum skattalætta til lág-og miðalløntu á nýggjárinum men einki í mun til tað, sum tey háløntu fingu á sinni.

Eingin ivi er um, at Javnaðarflokkurin er í ringari støðu, nú hann situr við landsins leiðslu. Orsøkin er fyrst, at Sonja Jógvansdóttir vendi flokkinum bakið, men eisini, at javnaðartingfólk eisini eru borgarstjórar við tveimum “feitum” lønum. Hetta er ikki í andanum hjá einum Javnaðarflokki, har navnið á flokkinum boðar frá, hvat flokkurin stendur fyri. Haldi, at samgongan ikki hevur lagt nóg góðan ætlan frá degi eitt. Tey hava tikið alt ov rívan til og við vantandi kunning til fólkið. Málið um penjonistarnar er besta dømi. Haldi, at tað er púra burturvið at nerta við grundupphæddina hjá penjonistunum.

Tá tað snýr seg um fiskivinnuna, so roknaði eg við, at Høgni Hoydal beinanvegin fór at steðga óskilinum viðvíkjandi fiskiloyvunum, har nøkur fá fólk hava forvunnið sær stórar upphæddir við at selja fiskiloyvi, sum vit øll eiga. Men tað sýnist, sum Sea Shephard hevur størri áhuga enn óskilið við fiskiloyvunum. Tá alt omanfyri er sagt, so vóni eg, at nýggja samgongan hugsar seg betur um og kunnar fólkið betri, so ikki meira órógv kemur í fjøldina.

Annars rokni eg ikki við, at undirtøkan millum manna gerst betur fyri tildømis Sambandsflokkinum. Nýggi formaðurin hevur longu framt fyrsta stóra sjálvmálið, tá hann fer í fjølmiðlarnir og sigur, at allur Sambandsflokkurin atkvøður ímóti hjúnarbandslógini, tí samgongan ikki vil samstarva um onnur mál. Hetta heilt burturvið politiskt, tí Sambandsflokkurin hevur altíð sagt, at tá talan er um etisk mál, skal einstaki tinglimurin atkvøða eftir síni bestu sannføring. Nú hevur formaðurin niðurbundið allan flokkin.

Fólkaflokkurin hevur eitt sindur av viðvindi í løtuni, nú samgongan skal royndarkoyra eina uppboðssølu, sum ikki er nóg væl gjøgnumhugsað. Hatta við at royndarkoyra boðar frá veikleika og skapar órógv eins og aðrar nógvar fyribilsloysnir í landinum. Nýggja samgongan átti at havt góð kort á hondini, tí tíðirnar eru góðar og arbeiðsloysið lítið. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *