Havnarbáturin og Lómur vunnu old boys og old girls í Sandavági

Nú er javnari millum Havnarbátin og hinar bátarnar. (Mynd Mona Wang)                     )

Eldru rógvararnir eru framvegis keddir um, at teir ikki sluppu at rógva eftir klokkan trý leygardagin, og teir vóna inniliga, at hetta verður broytt á ólavsøku. Tí róðrarnir í Sandavági vístu, at tá ið væl er fyriskipað, sum tað var í Sandavági, so er eisini pláss fyri old boys og old boys eftir klokkan trý. Øðrvísi er við barnamanningunum, tí tað tekur longri tíð at avgreiða róðrarnar, og nógvar manningar skulu brúka 5-mannaførini.

Í Sandavági hendi so tað, at 6-mannafarið Herningur við kvinnum ikki var við í oldgirls róðrinum, men vildi heldur rógva ímóti Páll Fanga, Hvessingi og Rádna. Lómur av Argjum vann old girls róðurin, men lítil munur er aftur til Sølmund, meðan tað hilnaðist ikki so væl hjá Gongurólvi, tí á fjarðastevnu í Vestmanna fóru Lómur og Gongurólvur mest sum javnir um málið.

Munurin minkar millum Havnarbátin og Skálabátin í oldboys kappingini. Á fjarðastevnu í Vestmanna vóru átta sekund millum bátarnar, men í Sandavági vóru bara fýra sekund. Nú hevur Skálabáturn tvær vikur at venja eitt sindur harðari, so teir náa tey fýra sekundini á ólavsøku. Kanska fara bátarnir púra javnir um málið á Havnarvág 28. juli. Nú vóna vit, at fleiri bátar við monnum og kvinnum melda til á ólavsøku og eisini næsta ár. Og so haldi eg, at Róðrarsambandið skal strika regluna, at tveir rógvarar kunnu vera millum 30 og 35 ár. Aldursmarkið skal vera 35 ár í old boys og old girls fyri allar rógvarar. (Vagnur)

Lómur og Sølmundur fara javnir um málið. (Mynd Mona Wang )

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *