Mær dámar væl at práta við útlendingar, sum koma til Føroya antin sum spælarar ella venjarar. Vit liggju jú einsamøll í lítlum landi í Norðuratlandshavinum, og føroyskur hondbóltur kann skjótt gerast ein dunnuhylur, har vit rættiliga ikki vita, hvar vit flóta á hondbóltsøkinum í mun til onnur lond. Hesuferð havi eg hitt 27 ára gamal Scott Harrington, sum er breti, men føddur í Týsklandi, har pápi hansara var enskur hermaður. Ætlanin var í 2006, at Scott skuldi spæla á enska OL-liðnum í 2012, men ein skaða darvaði hesum. Scott arbeiðir sum hondbóltsmennari í Neistanum og venur eisini úrvalslið dreingir 12 ár innan HSF. Scott hevur nógv góð orð at bera føroyska ungdóminum, hann hevur møtt higartil. Og Scott sigur:
– Í 2006 spældi eg á enska U18/19 landsliðnum, og í sambandi við, at olympisku leikirnar skuldu vera í Onglandi í 2012, fluttu vit einir tólv ungir hondbóltsspælarar til Danmarkar, har vit skuldu mennast ti betri spælarar, og so kunda umboða Onglandi í OL-leikunum. Tíverra bleiv eg skaddur í Danmark og kom tí ikki at spæla OL- dystir. Ì staðin kastaði eg meg yvir at gerast hondbóltsvenjari, og eg havi tikið allar venjingaraútbúgvingar, sum eru at taka í Onglandi.
– Mær dámar væl at arbeiða sum hondbóltsvenjari, og sjálvt um eg havi hægstu útbúgvin, sum kann fáast í Onglandi, er týdningarmikið fer meg at koma út um landoddarnar og síggja, hvussu onnur lond venja sínar hondbóltsspælarar. Tí tók eg av tilboðnum at koma til Føroya. Eg kann nevna, at eftir OL-leikirnar í Ongland kom verulig ferð á hondbóltin í landinum. Nógvir ungdómar byrjaðu at spæla hondbólt, og menningin gongur rætta veg. Ongland hevur nú góðar aldurbólkar í øllum aldri. Her hugsi er pyramiduna við góðum U-landsliðum.

Eg eri ovfarin at síggja, hvussu væl føroyskir ungir spælarar eru fyri kropsliga og tekniskt. (Mynd Neistin)
Eg eri ovfarin av føroyska ungdóminum
– Tú spyrt meg, hvat eg havi sæð higartil á Føroyaferðini? Her má eg siga beinanvegin, at eg eri ovfarin og bergtikin av teimum ungu. Føroysku hondbóltsspælarar eru glaðir, tey tosa bæði danskt, føroyskt og enskt við meg, meðan einsku børnini tildømis eru meira afturlatin og eru meira bangin at læra nakað nýtt. Tey halda seg bara til enska málið. Mær dámar so væl føroyska ungdómin, tí tú merkir alla tíðina, at tey vilja læra nakað nýtt og gerast betri hondbóltsspælarar. Tey arbeiða hart fyri sakini, og tey gera sum verður sagt. Meira kanst tú ikki ynskja tær sum venjari.
– Eg var ovfarin at síggja, at nógvir spælarar eru so væl fyri kropsliga og tekniskt. Í fleiri førum betri fyri enn nógvir spælarar í Danmark og Onglandi, sum eg arbeiddi við. Nú taki eg mær eisini av drengjum 12 ár úrvalsliðnum innan HSF. Vit savna einar tretivu spælarar saman hvørja ferð, síðan sita nakrir yvir, og so sleppa aðrir framat. So má eg eisini nevna, at føroyskir spælarar fáa góðan stuðul frá foreldum, og nógvir áskoðarar síggja ungdómsdystirnar. Hetta eri eg ikki vanur við.
– Fyri meg hevur ómetaliga stóran týdning, at einstaki spælarin mennist sum hondbóltsspælari. At tey tíma at venja og harvið læra. Í Neistanum havi eg eisini ábyrgdina av, at venjararnir fáa íblástur frá mær og fáa okkurt nýtt í viðførinum. Neistavenjarir eru fyrikomandi, taka ímóti góðum ráðum frá mær at geva víðari til spælararnar. Mær dámar heilt væl í Føroyum. Eg eri fyrst og fremst ungdómavenjari og ungdómsmennari, men eg hjálpi eisni neistamonnum eitt sindur, sigur Scott at enda.
Fyrikomandi ungur hondbóltsmaður, sum brennur fyri hondbóltsspælinum. Hann búði trý ár í Danmark og dugur heilt væl at tosa danskt, sjálvt um hann ikki heldur tað sjálvur. Hann er trúlovaður við norskari gentu, sum er dansari. Tey funnu saman, tá tey bæði búðu í Danmark. Gentan hevur sum dansari búð í nógvum londum millum annað USA, og nú er hon í Týsklandi.
Eg spurdi eisini Scott eitt sindur um dømingina í Føroyum. Her segði hann stutt, at skalt tú menna føroyskan hondbólt, so mást tú eisini menna dømingina samsvarandi. Vit mugu eisini døma rætt og hava góðar dómarar í yngru deildunum, sigur Scott. (Vagnur)
Føroysku ungdómur er fat


