RSF hevur á vestanstevnu broytt raðfylgjuna soleiðis, at barnaróðurin er klokkan 13.00 sum vanligt, men so rógva old girls klokkan 14.00 og old boys klokkan 14.40, og hetta eru menn umborð á Havnarbátinum sera harmir um. – Tá ið RSF bjóðar fram old boys og oldboys FM-róðrar, skulu teir eisini útvarpast og filmast. –Vit hava fingið greið boð frá Kringvarpinum, at FM-róðrarnir skulu ikki longur fara inn í tíðindasendingina klokkan seks, sigur formaðurin í Róðrarsambandinum Jan Herman Hansen.
Lat tað vera sagt fyrst av øllum, at tað hevur gingið ótrúliga væl og fyrimyndarligt at avgreiða FM-róðrarnar í summar burtursæð frá old girls róðrinum í Vestmanna.
Nú hevur so RSF broytt raðfylgjuna á vestanstevnu, so old boys og old boys rógva klokkan 14.00 og 14.40. Hetta eru menn umborð á Havnarbátinum harmir um og siga soleiðis:
-Tá ið RSF hevur valt at hava FM fyri old boys og old girls, mugu tey virða rógvararnar. Rógva vit klokkan 14.00 og 14.40, merkir hetta, at róðrarnir verða ikki útvarpaðir og filmaðir. Royndir rógvarar sita umborð á old boys og old girls bátunum, og vit rokna við, at verður ikki “fokus” eisini sett á hesar manningar, verður torført at manna bátarnar í framtíðini. Vit hava vant nógv og fingið stuðlar, tí nú kappast vit um FM, sigar teir.
-Vit halda, at nú føroyskur kappróður er í aldudali, er eisini brúk fyri eldru rógvarum, tí hesir eru fleiri leiðarar í fyritøkum og hava góð sambond við fyrirøkur, sum kunnu stuðla kappróðrinum, siga teir at enda við heimasíðuna.
Eg hava sett meg í samband við formannin í Róðrarsambandinum Jan Herman Hansen, og hann skilir væl rógvararnar og sigur soleiðis.
– Eg skilji rógvararnar ótrúliga væl, men nú hava vit fingið knívan á strúpan frá Kringvarpinum, at róðrarnir skulu ikki fara inn í tíðindasendingina hjá Kringvarpinum klokkan 18.00. RSF má laga seg eftir boðunum frá Kringvarpinum, tí vit mugu ikki koma í støðuna, at Kringvarpið knappliga steðgar frásøgnini.
– Róðrarsambandið og Kringvarp Føroya hava altíð havt ótrúliga gott samstarv, tað hevur ongantíð verið øvut orð, og hetta góða samstarvið vilja vit sjálvandi varðveita. Kringvarpið hevur sínar fíggjarkarmar at halda seg til og hevur ábyrgd av øðrum sendingum, sum skulu sendast klokkan 18.00 og seinni, tí mugu vit fylgja boðunum hjá Kringvarpinum.
-Vit fara at royna finna eina loysn, so old boys og old girls róðrarnir eisini verða filmaðir. Og sjálvt um vit á vestanstevnu hava broytt raðfylgjuna, er ikki vist, at hetta eisini er galdandi á ólavsøku og á róðrum næsta ár. RSF má bara laga seg eftir nýggju støðuni, sum er íkomin eftir atfinningarnar um old girls róðurin á fjarðastevnu, sigur Jan Herman at enda.
Undirritaði tekur undir við sjónarmiðnum hjá Róðrarsambandinum, tí eg havi áður skrivað nógv um júst tað sama.Tiðirnar broytast við árunum, og fólk eru blivin meira ótolin og tíma ikki longur at bíða so leingi við telduskíggjan ella inni á bryggjuni.
Tá ið hetta er sagt, skuldi ikki verið neyðugt at broytt raðfylgjuna, tí sjálvt um old boys og old girls róðrnarnir eru komnir aftrat, skuldi verið nógmikið við trimum tímum til róðrarnar og serliga, tá ið róð verður 1000 metrar.
Dómararnir hava klárað avrikini heilt væl í summar, og teir ganga høgt uppí sítt arbeiði, men minstu krøv mugu vera, at rógvarar eisini gera sítt heimaarbeiði. Aðrenn teir koma á stevnu, skulu teir duga at festa bátin í startin og loysa bátin úr startinum, tá ið skotið verður. Summi feløg binda startútgerð í bryggju, so manningar kunnu venja seg við at festa bátin og loysa bátin aftur. (Vagnur)


