
Polar Empress bygt í 2015 er 112 metrar langt og 21 metrar breitt. Bruttovektin er 4000 tons. (Mynd Vagnur)
Tá eg niðri við sjóvarmálan í morgun prátaði við mann um snotuliga nýggja norska seismikkskipið, sum lá á Molanum, segði hann nakað soleiðis: – Oljuvinnan og fiskivinnan eru líkar vinnur, tí fellur oljuprísurin í botn, gerast dýru seismikkskipini og eftiransingarskipini við boriðplatformarnar arbeiðsleys. Fellur fiskaprísurin og kanska oljuprísurin fer í topp, stendur á hjá fiskivinnuni. Fiskurin hevur eisini stert, og nógv dømi eru um eisini í Føroyum, at fiskurin knappliga hvørvur, um umstøðurnar í sjónum broytast munandi.
Mangan havi eg hugsað um, hvørjar marknaðarkreftir ávirka tildømis oljuprísin og fiskaprísin. Tí eitt er eftirspurningurin, annað er spekulatión, har ymsar kreftir er við í spælinum. Í løtuni er oljuprísurin hálveraður seinastu fáu árini, og øll oljuvinnan í tildømis Noregi er mest sum steðgað upp. Nògvar offshore fyritøkurnar liggja í dvala og bíða eftir betri tíðum. Føroyingar hava bygt nógv ansingarskip, og har er soleiðis, at summi skip hava langtíðar sáttmálar, meðan summi skip taka tey tilboð sum koma.
Dagskostnaðurin fyri ansingarskipini eru farin í botn, og í summum føru so langt niður, at ikki loysir seg at loysa frá bryggju, tí tey forvinna ikki fyri oljuna. Sá onkrastaðni, at nógv kostnaðarmikil ansaringarskip í hópatali eru løgd í løluni, og hugsa vit um Polar Empress, sum liggur á Molanum, so skal nógv til at forrenta eina milliard krónur. Nú veit eg ikki, um hetta skip hevur langtíðarsáttmála ella ikki.
Tá eg í morgun spurdi mannin á bryggjuni, hví stór skip liggja í Nólsoyarfirði og bíða eftir farmi, segði hann, at fyri skipini er nógv bíligari at liggja í Føroyum enn í øðrum havnum í Norðurlondum, tí trygdarkrøvini í Føroyum eru ikki so strong, sum tildømis í Norra, og havnargjøldini minni. Hetta kann undra undirritaða, sum ikki veit, hvørji trygdarkrøv talan er um. Polar Empress úr Bergen er vakurt skip, má eg siga. Ja, so er spurningurin, hvussu lagnan gerst við skipinum hjá Thor og Skansanum. Nøkur av skipinum hava tí betur langtíðarsáttmálar. (Vagnur)
