Av og á komi eg í prát við menn, sum standa í egningarskúrunum á Ískaiini, men hesir menn fækkast, tí línuflotin er seinnu árini minkaður heilt nógv. Leygarmorgunin prátaði eg við skjótt 70 ára gamlan pensionist, sum rak um eina línu. Hann plagar eisini at egna í skúri við síðuna av, og tá verður egnt á gamlan hátt við agni. Hugagóði egnarin, sum eg kenni, kærdi sína neyð, tí hann helt, at tað líkist ongum, at ein pensionistur bara kann forvinna 60.000 krónur um árið aftrat pensiónini, áðrenn hann mótroknaður í pensiónini og revsaður hart í skatti. Og hann heldur fram.
– Eg fáa 100 krónur at rekja um eina línu ella egna ein vanligan stamp. Av teimum 100 krónunum skulu 30 krónur gjaldast í skatti, og hetta er í lagi. Nú er tað soleiðis, at eg eri einsamallur, og egningin snýr seg ikki bara um pening. Mær dámar væl at koma út millum fólk, tí eg eri einsamallur, og at tá eg egni, fái eg eisini tíðina at ganga. Áðrenn eg bleiv vanligur pensionistur, var eg fyritíðarpensionistur í nøkur ár vegna skaða.
– Ikki megnaði eg vanligt hart arbeiði, men kundi standa í frið og náðum og rekja um ella egna nakrar stampar til tess at stytta mær um stundirnar. Sum fyritíðarpensionistur kundu tú forvinna 90.000 krónur um árið, áðrenn tú varð mótroknaður í pensiónini. Men tá eg bleiv 67 ár, var talið lækkað niður í 60.000 krónur. Fari eg nú upp um 60.000 krónur komi eg at gjalda 67% í skatti av hvørjum stampi, og hetta haldi eg vera ov galið. Hevði talið verið hasar 90.000 krónurnar, so var í lagi.
– Ymist, hvussu nógvar stampar eg kann rekja ella egna um dagin. Tað er tungt at standa stillur ov leingi, og eg fái ilt niður í beinini. Liggur heilt væl fyri onkran dagin, kann eg klára tíggju stampar, men annars einar seks stampar. Tú kanst ikki egna allar yrkadagar í árinum, tí bátarnir liggja mangan við bryggju vegna vánaligan streym og vánaligt veður, sigur egnarin at enda.
Tá eg standi og hyggi at hesum manni, komi eg at hugsa um, hvussu ússaligt nógv er í okkara samfelag. Her stendur ein eldri maður og roynir at stytta sær um stundirnar, og so skal hann ikki kunnu egna nakrar stampar, uttan hann verður knokkroyttur í skatti. Skal egnarin ikki fara upp um tær 60.000 krónurnar, so kann hann bara egna tveir og ein hálvan stamp um dagin í miðal yrkadagar.
Hesa løtuna komi eg eisini at hugsa um allar milliónirnar, sum menn forvinna í uppisjóvarvinnuni. Um fiskiloyvini, sum vit øll eiga, og sum ríka upp menn, tá teir selja síni fiskifør. Makrelkvotur, sum vit øll eiga, sum verða seldar fyri stórar upphæddir á skriviborðinum.
Og um tveir borgarstjórar sum forvinna fleiri enn 100.000 krónur um mánaðin, tá teir halda seg kunna bæði virka sum borgarstjóri og tinglimir. Ja, tveir menn í Javnaðarflokkinum, flokkurin, sum slóðar fyri at deila landslagkøkuni meira javnt millum borgarar landinum. Ì staðin fyri at stegði slíkum ómoralskum, fer landið heldur inn og knokkroytur ein pensionist í skatti, um hann fer upp upp tær 60.000 krónurnar um árið. Hetta er bara so ússaligt. Slíkar skipanir eggja til svart arbeiði. (Vagnur)

