
Gunnar Hansen og Magni Brøðraberg hava æruna av heimasíðuni www.drekin.fo, og at vit fingu so frálíka úrslitatænastu og skipaði hagtøl. (Mynd Vagnur)
Í 2004 tóku nakrir ungir menn við Magna Brøðraberg og Gunnari Hansen á odda stig til eina úrslitatænastu, sum ikki sær sín líka aðrarstaðni í róðrarheiminum. Eisini arbeiddu nógvir ungir menn í fjúrtan dagar allan sólarringin í 2004 at skráseta øll hagtøl. Okkurt kvøldið vóru vit tólv mans, men tað var tógvið stríð at koma á mál. Umframt dómaraseðlarnar, máttu vit eisini leita í bløðunum á Landsbókasavninum, sigur Magni Brøðraberg.
-Eg haldi, at tað, sum eggjaðu okkum at fara til verka var, at rógvarar altíð hava tosað um tíðirnar hjá bátunum. Summi meina, at tíðirnar vóru betri fyrr. Vit fóru eftir hagtølum aftur til 1973, tí tá byrjaði núverandi skipan við stigum. Vit skulu minnast til, at torført er sammeta tíðirnar, tí nógvu fyrstu árini var ikki fastur startur men leysur startur. Við leysa startinum er ivasamt, hvussu nógvar metrar bátarnir í veruleikanum róðu, tí ofta fóru bátarnir inn um málstengurnar, tá ið skotið brast..
-Fyrst fóru vit eftir dómaraseðlunum hjá Róðrarsambandinum, men hetta var slett ikki nóg mikið, tí nógv úrslit vantaðu. Vit gjøgnumgingið nógv ringbind, og túsundtals tøl og úrslit skuldi skrásetast. Millum annað allar tíðirnar á øllum stevnunum, bestu tíðirnar á ávísari stevnu, og hvussu nógv stig bátarnir samanlagt høvdu ognað sær á øllum stevnum síðani 1973.
-Tá ið vit vóru komnir á mál í fyrsta umfari, vantaðu framvegis nøkur úrslit. Og tá gekk leiðin á Landsbókasavnið at hyggja í bløðini. Bløðini vóru á filmi, og nógvir metrar vórðu spolaðir í gjøgnum tólið til tess at finna seinastu úrslitini, sigur Magni.
-Tú hoyrir mangan millum manna, at bátarnir róðu líka skjótt fyrr, men hetta er ikki rætt. Nú eru bátarnir nógv lættari, og vit skulu minnast til, at “tá” var ikki fastur startur, og spurningurin er, hvussu langt málið var. Summar tíðir við leysum starti eru so mikið góðar, at tað er ómenniskjaligt hjá núverandi rógvarum at náa hesar tíðir. Orsøkin er, at bátarnir tá við leysum starti eru farnir inn um startmálið, tá ið skotið brast, sigur Magni at enda.
Úrslitatænastan er somikið góð, at so skjótt sum tíðirnar eru skrásettar í málbilinum, fara tær beinleiðis inn á www.drekin.fo, sum automatiskt eisini telur stigini sama í FM-kappingini. Eisini fara úrslitini beinleiðis á fartelefonina.
Til stuttleika havi eg verið inni á www.drekin.fo til tess at finna mest vinnandi bátarnar síðani 1973, og hetta eru óhugaverd tøl. Hagtølini vísa okkum fimm teir mest vinnandi bátarnr síðani 1973, og sjálvandi koma nógvir av teimum elstu bátunum ovast á listan. Haldi, eg fari at nevna fimm bátar í hesum umfarinum. 10-mannafarið Havnarbátin, 8-mannafarið Argjabátin, 6-mannafarið Hvessing við monnum, 6-mannafarið Jarnbard við kvinnum og Sílið við kvinnum.
Í mínum ungdómsárum var altíð stoltleiki at sleppa at rógva við Havnarbátinum, sum altíð var heilt frammi í oddinum. Argjabáturin hevur vunnið ótrúliga nógv, og tað sýntist, at lætt var og er at mannað bátin við góðum monnum, og tað var ikki hvør sum helst, sum slapp umborð á Jarnbard við kvinnum. Hvessingur við monnum vann nógv í ár, og Sílið var altíð eftirspurdur bátur. Far inn á www.drekan.fo trýst fyrst á hagtøl og so undir mest vinnandi bátar gull, silvur og bronsu……..
Bátar koma upp á tindin í eina tíð og fara so av aftur tindinum. Róðrarárið 2012 er einki undantak. (Vagnur)

