Torført er fáa stara bara so mikið taman, at hann ikki ræðist, tá tú um vetur gevur starunum í urtagarðinum. Teir flúgva ikki langt burtur, men eru altíð upp á vakt. Men í dag kom eg fram á ein stara, sum hevði funnið sær eitt súrepli mitt á einum alfaravegi. Hann lætst ikki um vón, tá eg tók mynd av honum, meðan nógv fólk og bilar vóru nærhendis. Sjáldsamur stari má eg siga. Bitin má hava verið ov góður at fara frá.
Føroyski starin er eitt slag fyri seg og er størri enn tildømis danski starin. Í hinum norðanlondunum rýma stararnir um heystið, okkara er her allan veturin. Føði teirra er mest maðkar, sniglar og annað smákykt. Í kava hava teir tað ringt, tá koma teir nærri húsum og taka til takkar við øllum í svongdini.
Fólk vita óivað ikki, hvussu vakur starin í veruleikan er, tí langt frá er hann mest sum svartur. Men sært tú staran nærri, er hann grásprøklutur, og hann skyggir vakurtgrønur og korkareyður við gulbrúnum og hvítum prikkum, ein prikkur á hvørjari fjøður. Tær stóru fjaðrarnar á veingjunum og veli hava tó ongan prikk, men so hava tær ístaðin hvítan jaðara við svartari striku innanfyri. Nevið er svart um veturin, í februar mánað fer tað at blikna, og í mars mánað er nevið vorðið hvítt.

Okkara stari er størri enn danski starin. Danski starin er flytifuglur, meðan føroyski starin er støðufuglur. (Mynd Vagnur)
Í apríl mánað og stundum fyrr gera teir sær reiður, summir í bjørgum, summir í urðum og gróthúsveggjum. Eisini kunnu teir gera sær reiður í búrum, sum fólk heingja út til teirra. Og tað er um hesa tíð, tú hoyrir stararnar syngja so vakurt. Í apríl og mai mánað verpur starin fýra til sjey egg, og makarnir skiftast um at verma eggini. Hálvatriðju viku seinni koma ungarnir út, og ofta verpur starin tvær ferðir. Tá ið starin verpur aðru ferð, og ungarnir ikki eru farnir úr reiðrinum, so lokkar hann teir úr reiðrinum við maðki í nevinum.
Stararnir duga lítið at flúgva fyrstu dagarnar, og summir eru so ræddir, at teir krøkja seg fastar í eina vindskeið og sita har og neyðhalda sær, bangnir at detta oman. Men skjótt fáa teir glið á veingirnar og verða lættfloygdir. Éina tíð fylgist hvørt húskið, og teimum dámar væl á nýslignum hógvi, tí har er so nógv av møðkum og sniglum, sum tey gomlu taka upp og rætta nýfloygdu ungunum, til teir eru fullmettir. Seinni taka teir seg saman í stórar flokkar. (Vagnur)
