Íslendska kvinnuliðið Fylkir úr Reykjavík er um vikuskiftið á venjingarlegu í Føroyum. Liðið vitjar Kyndil, sum skipar fyri kapping millum Fylkir, VÍF, Neistan og Kyndil. Fylkir endaði seinasta kappingarár miðskeiðis í íslendsku kappingini. Ørindini míni í høllini á Hálsi sunnudagin á middegi var at spyrja Hildur Bjørnsdóttir liðskipara hjá Fylkir, hvat hon heldur um føroyskan kvinnuhondbólt, og hvussu støðan er hjá kvinnuhondbóltinum í Íslandi.
Høllin á Hálsi var opin, tá eg trein í forhøllina. Eg hoyrdi nakrar kvinnurøddir nakað langt burturin ikki í høllini, men úr kantinuni. Roknaði við, at tær høvdu taktiskt møti, men so var ikki. Flestar lógu kvinnurnar á bóli á gólvinum, summar lósu í eini bók, aðrar lógu og durvarðu, og uppaftur aðrar rótaðust við fartelefonina. Kanska onkur heilsa var úr Íslandi.
Íslendsku kvinnurnar, sum flestar eru fyrst og miðskeiðis í 20-árunum, búgva í høllini, og hetta dámdua kvinnunm væl. Liðskiparin Hildur Bjørnsdóttir var fyrikomandi ung kvinna at tosa við, men ikki gekst nóg væl at samskifta í byrjanini, tí hon dugdi ikki dansk ellar rættari sagt gøtudanskt, og tí skifti hon yvir í enskt. Men alt spældi væl av, eg fekk vita alt, sum eg kom eftir. Fyrst eitt sindur um Fylkir, og Hildur sigur.
– Seinasta kappingarár vóru tólv kvinnulið í bestu íslendsku deildini, men nú er deildin víðkað við tveimum liðum. Vit spæla fyrst grundspæl tveir dystir hvør ímóti øðrum. Síðan er millumspæl, har átta tey ovastu liðini spæla um at koma í fjórðingfinaluna. Nummar eitt ímóti nummar átta o.s.f, har spælt verður best av trimum dystum. Ì hálvfinalunum spæla liðini best av fimm dystum og tað sama í finalunum.. Grotta vann íslendska meistaraheitið seinast, og Fram gjørdist nummar tvey.
– Tú spyrt um útlendingar í íslendskum hondbólti? Vit hava bara ein útlending á okkara liði, og hon kemur úr Ungarn, men fleiri útlendskar kvinnur spæla í Íslandi. Fylkir endaði miðskeiðis í kappingini í vár, og tað er stórur munur á bestu liðunum sum tildømis Grotta og Fram og so okkum. Íslendska kappingin byrjar nú 11. september og endar í mai mánað næsta ár, sigur Hildur.
Islendska kvinnulandsliðið stendur í skugganum á manslandsliðnum, sum er av bestu liðum í heiminum. Íslendskar kvinnur spælar eisini uttanlands, og Hildur dylur ikki, at dreymurin er at sleppa uttanlands at spæla. Íslendskar kvinnur spæla millum annað í Danmark, Sveits og Týsklandi. Hildur heldur ikki, at so nógvar ungar íslendskar kvinnur fara úr Íslandi í lestrarørindum, sum hon hoyrir, nógvar føroyskar kvinnur gera. Men hvat heldur Hildur um tær føroysku kvinnurnar, sum hon hevur spælt ímóti á venjingarleguni í Føroyum.
– Fyrst vil eg siga, at vit eru ómetaligar fegnar um ferðina í Føroyum. Vit búgva væl í høllini, í so máta er einki at klaga um. Spældir eru javnir dystir ímóti føroysku liðunum, og eg haldi, at serliga kropstyrkjan og skjótleikin sermerkir føroyska spælið. Verjurnar eru heilt góðar, men flestu málini fáast við skjótálopi og gjøgnubrotsspæli. Føroysku liðini spæla skjótt, og spælarar renna skjótt, men fáir veruligir langskjúttur eru at hóma á føroysku liðunum.
– Fara vit tildømis til toppliðini í Íslandi, so hava hesi lið fleiri góðar langskjúttar og hoppskjúttar, og tí má verjan fram á vøllin at steðga hesum spælarum. Men hetta er ikki neyðugt, um alt spælið gongur fyri seg við 3-metur linjuna. Fylkir hevur heldur ikki teir heilt stóru langskjúttarnar.
– Tá tú spyrt, um føroyskir spælarar kundu spælt við Fylkir? Ja, fleiri, og teir eru væl komnir til Íslands. Í Íslandi fáa nakrir kvinnuspælarar samsýning, meðan aðrir ikki. Ùtlendingar kosta feløgunum sjálvandi pening, sigur Hildur at enda.
Frálíkt hondbóltstiltak, sum Kyndil tekur stig til. Vit skuldu gjørt nógv meira av slíkum, tí hugsa vit um útreiðslurnar, so búgva íslendsku kvinnurnar ókeypis, og flogseðilin til Íslands kostar ikki so nógv.
Tey fjúrtan liðini í bestu íslendsku deildini eru: Stjarnan, Fylkir, Afturelding, Valur, ÍR, Grotta, ÍBV, FH, KA/Þór, Haukar, Fjølnir, Selfos, Fram og HK. Fylkir spælir fyrsta dystin í kappingini tann 11. september á útivølli ímóti Stjarnini. (Vagnur)


