Politiska hornið – Hvussu fáa miðal – og láglønt skattalætta?

jhjhjhj

Ikki fáa vit tað heilt stóru broytingina á valinum komandi. (Mynd Vagnur)

Tá eg spyrji fólk, hvat tey lesa av politiska tilfarinum, sum er at lesa á fjølmiðlunum, so siga tey allar flestu, at tey bara lesa nakrar yvirskiftir. Soleiðis er eisini við mær. Eg verði í ringum lag at lesa greinar frá valevnum, har eg veit, at alt er bara sjónleikur, tóm orð og valflesk. Stúrsi eisini við at síggja stóru valplakaturnar, sum gerast størri og størri ár um ár, meðan navnið á flokkinum bara minkar og næstan ikki sæst. Eg lurtið altíð eftir Kringvarpinum og Rás 2 á middegi og um nátturðatíð, og har kemur mangan sumt áhugavert á borðið. Týskvøldið segði maður nakað sera áhugavert um skattalætta til miðal- og láglønt, sum Fólkaflokkurin lovar í valstríðnum.

Fólkaflokkurin koma fyri seinasta val við flatskattinum, har tað skuldi loysa seg at arbeiða. Ùtvarpið segði týskvøldið, at eftir valið seinast minkaði núverandi samgongan landsskattin, so tey múgvandu fingu meira í lønarposan, meðan tey lág-og miðalløntu fingu lítið ella einki. Peningur til skattalættan varð fingin við at skatta eftirlønir fyri útgjald. Stór ónøgd breiddi seg nógvastaðni í samfelagnum.

Skulu tey lág- og miðalløntu skulu hava munandi skattalætta, sum Fólkaflokkurin lovar, má kommunuskatturin lækka, men tað hevur ein samgonga onga ávirkan á – bara kommunurnar. Tað vil siga, at ein flokkur lovar skattalætta við peningini, sum flokkurin ikki ræður yvir. Hvør sigur, at kommunurnar vilja lækka kommunuskattin, tær hava jú fíggjarligu ábyrgdina av rakstrinum í kommununi, har alt skal hanga saman. Og eldraøkið, sum er tungt øki, er flutt til kommunurnar. Eingin av nógvu borgarstjórunum, sum eru á vallistunum, lova veljarum, at kommunuskatturin fer at lækka, so lág- og miðalløntu fáa munandi skattalætta. Hetta tora teir sjálvandi ikki.

Annars rokni eg ikki við teimum heilt stóru broytingunum á valinum komandi. Stóra broytingin gerst tó, at nógvir ónøgdir sambandsveljarar fara í Javnarðarflokkin. Seinasta veljarakanningin segði, at serliga Framsókn fór at fáa eitt megnarval og fara fýra umboð. Hetta fer ikki at henda, tá trupulleikin hjá Framsókn er, at flokkurin fær so fáar atkvøður uttanfyri Suðurstreymoy. Rokni við, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin missa hvør sín tinglim. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa hesar tinglimirnar. Men kanska fær Framsókn tríggjar tinglimir, meðan Miðflokkurin og Nýtt sjálvstýri fáa somu tinglimir.

Eg haldi meg til valsøguna, sum sigur, at føroyska atkvøðan er ógvuliga bundin atkvøða. Eitt eru veljarakannngar, annað er, tá veljarin stendur í valrúminum og skal seta krossin. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *