Stóra samtaluevnið eftir FM-róðrarnar í Vestmanna var old girls róðurin, sum fyrst ikki gekk væl at avgreiða, og at Herningur róðu mest sum fyri seg sjálvan inn eftir fjørðinum. Og tað hevur sína orsøk, tí umborð á Herningi sita royndar kvinnur, sum áður hava róð við Jarnbardi, og sum hava vant tvær til tríggjar ferðir um vikuna í fleiri mánaðir. Kvinnurnar tíma veruliga at rógva. Nú ætla tær á vestanstevnu í Sandavági heldur at rógva ímóti Páll Fanga, Hvessingi og Rádna. Eg havi loddað dýpið hjá Katrini Olsen, sum er royndur rógvari, og sum rør við Herningi.
-Ja, tað er rætt, at vit í Sandavági heldur vilja rógva ímóti Páll Fanga, Hvessingi og Rádna, tí tað er eingin meining í, at vit rógva í old girls róðrinum, tí vit hava vant leingi og hava allar áður róð við Jarnbardi. Vit hava sum sagt vant síðani tíðliga í árinum tvær til tríggjar ferðir um vikuna. Tú spyrt um aldurin? Vit eru frá 34 til 42 ára gamlar, tað er jú loyvt, at tveir rógvarar kunnu vera millum 30 og 35 ár.
-Vit hava nú spurt okkum fyri hjá Róðrarsambandinum, har vit hava ført fram okkara ynski. Herningur er meldaðar til FM-róðrarnar í góðari tíð, og sagt verður, at tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki, men endaliga svarið er ikki komið enn. Eg síggi, at heimasíðan sammetir tíðina hjá Páll Fanga og Herningi í Vestmanna, har vit høvdu betri tíð enn Páll Fangi. Hetta er ikki eftirfarandi, tí veður, vindur og annað spælir inn, og Páll Fangi var so trygt á odda í Vestmanna. Støðan er heilt ein onnur, tá ið allir fýra bátarnir kappast hvør ímóti øðrum, sigur Katrin at enda í stuttari viðmerking.
Sjálvandi skal Herningur ikki rógva í old girls róðrinum, men heldur ímóti Páll Fanga, Hvessingi og Rádna. Og sum eg skilji, er Rádni eisini mannaður við nakað eldri kvinnum. Í hesum sambandi vil eg skoyta uppí, at ikki skilji eg, at old boys og old girls manningar kunnu hava umborð tveir rógvarar, sum eru millum 30 og 35 ár. Síggi ikki endamálið í hesum. Antin hevur tú aldur til old boys og old girls ella hevur tú tað ikki, og greinsan er 35 ár. (Vagnur)

Skal bert viðmerkja, at tann elsta sum rør við Rádna er 49 ár og tann yngsta er 32 ár. Miðalaldurin á rógvarunum er 41 ár.
Róðurkvinnan er yngri.