Manningin umborð á Hvessingi, sum vann í vestanstevnu, er heilt serlig manning. Hetta eru rógvarar, sum elska at rógva og vera við, men ikki hava stundir at venja í báti meira enn tvær ferðir um vikuna. Miðalaldurin umborð er 41,2 ár, og teir fýra Ingi á Tórgarði, Jógvan Clementsen, Fróði Magnussen og Olaf Vesturgarð eru allir farnir um tey fjøruti árini. Olaf fyllir 50 ár seinni í ár. Hinir báðir eita Kristian Djurhuus og Uni Johannessen, og róðurskvinnan eitur Lív í Ólastovu. Jógvan kom ikki umborð fyrr enn seinasta hóskvøld. Hvessingur verður nú lagdur, tí Fróði, Ingi og Jógvan skulu rógva úr Skotlandi til Føroya.
Ljósagrøna 6-mannafarið Hvessingur stendur í neystinum hjá Havnar róðrarfelag. Í neystinum stendur eisini 6-mannafarið Gongurólvur, men bátin manna ungir rógvarar. Tí máttu teir “eldru” fara út um Havnina at lána sær bát, skuldu teir rógva FM-róðrar. Hetta eru allir menn, sum elska at rógva og vera við, sjálvt um ætlanin ikki var at venja eins nógv, sum nógvar aðrar manningar gera. Miðalaldurin er sum sagt 41,2 ár, og fleiri teirra hava vunnið nógvar róðrar og summir fleiri FM-heiti.

Fantastisk róðrarmynd. Á toftini Kristian Djurhuus og Olaf Vesturgarð, í rúminum Jògvan Clementsen og Uni Johannessen, á lærini Ingi á Tórgarði og Fróði Magnussen. Og ein fegin róðurskvinna Lív í ólastovu. (Mynd Jens Kristian Vang)
Vit sóu longu á eystanstevnu í Fuglafirði, at tað var ikki av tilvild, at Hvessingur kom at gera seg galdandi á vestanstevnu. Uttan iva var málið at náa bronsuheiðursmerkini á vestanstevnu, tí í Fuglafirði var bara trý sekund fram til Tvørabátin, sum vann, og eitt sekund var millum nummar trý, fýra og fimm, sum vóru Jarnbardur, Páll Fangi og Hvessingur. Nú var nakað av rennisjógvi í Sandavági, tí roknaði eg við, at Fróði og Ingi, sum sita á lærinum, og sum áður hava roynt hesar umstøður, nokk skuldi gera sær dælt av rennisjógvinum, sum er serligur teknikkur og áhugavertur partur í føroyskari rógving.
Eg tosaði við rógvara umborð á Hvessingi í morgun, og hann segði mær, at fleiri umborð søgdu eftir sigurin, at hetta var søtasti sigur, teir høvdu vunnið, og summir hava vunnið heilt nógvar róðrar. Sjálvur síggi eg upp til slíkar rógvarar, sum hóast farnir um tey fjøruti árini, framvegis dáma væl at rógva. Eg veit, at umborð á Klaksvíkingi sita tveir rógvarar, sum eru farnir um tey fjøruti árini, og umborð á Tvørabátinum situr rógvari, sum eisini er farnir um tey fjøruti árini.
Fyri nú nógvum árum síðani las eg grein um yrkisrógvarar í Onglandi, og har var sagt, at nógvir topprógvarar vóru miðskeiðis og seinast í tretivu árunum og framvegis kundu bjóða teimum yngru av.
Tí verri verður Hvessingur ikki við á ólavsøku, og orsøkin er, sum omanfyri sagt, at tríggir rógvarar eru ikki heima á ólavsøku, tí teir skulu rógva úr Skotlandi til Føroya. Talan er um Inga á Tórgarði, Jógvan Clementsen og Fróða Magnussen. Teir eru allir væl fyri, sjálvt um Jógvan kom umborð á Hvessing seinasta hóskvøld. Teir venja dagliga í rógvimaskinum sum fyrireiking til ferðina úr Skotlandi til Føroya. Til lukku allir samlir, tit eru óførir og góð “reklama” fyri føroyska rógving. Góða ferð yvir hav, tit tríggir. (Vagnur)
