Áhugavert at síggja kappróðurin í Sandavági, tí fyrstu ferð í ár skuldu manningarnar rógva í rennisjógvi. Eitt er, at hann er undan í ættini, annað er, tá rennisjógvurin er so stórur partur í róðrunum. Hetta førdi til í Sandavági, at stórur munur gjørdist á bátinum, tí summar manningar dugdu betri enn aðrar at gera sær dælt av, tá báturin var uppi á alduni. Mest óvæntaða úrslitið var, at Klaksvíkingur vann so tryggan róður, og at Hvessingur vann 6-manafarsróðurin við monnum.

Kappingin um fyrsta plássið stóð at enda bara millum Firvald og Fípuna Føgru, sum vit síggja nærmast. (Mynd Bjarti Mohr)
Tað gekk heilt væl at leggja bátarnar, sjálvt um gjølvut var í sjónum. Hjá 5-mannaførunum við gentum sást skjótt, at Jallurin, Fípan Fagra og Firvaldur fóru at kappast um heiðursmerkini. Firvaldur fekk ikki so góðan start, men heldur var tað Jallurin og Fípan Fagra, sum løgdu seg á odda. Inni á 500 metrum misti Jallurin nógv, og kappingin kom at standa millum Firvald og Fípuna Føgru, har Firvaldur dró longsta stráið enn einaferð.
6-mannafarsróðurin við monnum gjørdist óvanliga spennandi, tí tað vóru Rádni, Páll Fangi og Smyril, sum løgdu seg á odda frá byrjan. Longri inni kom Tvørabáturin fyri seg og eina løtu lógu Smyril, Páll Fangi, Hvessingur, Smyril og Tvørabáturin stavn um stavn, meðan Rádni misti nakað. Páll Fangi tók Tvørabátin á mállinjuni. Í hesum róðri sást tíðuliga, hvussu teir umborð á Hvessingi gjørdi sær dælt av rennisjógvinum. Umborð á Hvessingi sótu fýra “eldri” rógvara, sum hava róð við Havnarbátinum.
Søgan endurtók seg hjá 5-mannaførini við kvinnum, har Erla kongsdóttir er í serflokki, tó gav serliga Ritan Erlu kongsdóttir skarpan gang eina løtu. Stuttligt at síggja kappingina millum Frúnna og Sílið 5-mannafør við dreingjum, har Frúgvin fekk besta startin, meðan Sílið endaði róðurin best. Eisini var áhugavert at síggja, hvussu manningin á Argjabátinum vant burturúr Heiðabátinum, sum vann so tryggan róður seinast í Fuglafirði. Spell, at bara tvey 6-manafør við kvinnum rógva, hetta eru eldri rógvarar, sum rógva væl, men tveir bátar er altíð ov lítið.
Eg var ikki sørt spentur at síggja 10-mannafarsróðurin. Vita, um serliga teir umborð á Drekanum reyða høvdu nýggja ætlan og nýtt krút í byrsuni. Tað sá gott út frá byrjan, har bæði Havnarbáturin og Drekin reyði vóru framman fyri Klaksvíking. Men tá Klaksvíkingur kom fyri seg, so vant hann burturúr øll hinum bátinum, og ongantíð í summar hevur munurin verið so stórur. Fyri mær sást, sum Drekin reyði hekk fastur í eini aldu og mist næstan eina bátslong í hesi aldu, meðan Klaksvíkingur reyk avstað.

Feðgarnir Ingi á Tórgarði og Steinar á Tórgarði vunnu báðir gull í Sandavágin. Ingi við Hvessingi og Steinar við Sílinum. (Mynd Bjarti Mohr)
Í Sandavági sást tíðuliga, hvussu stóran mun rennisjógvurin gjørdi. Summar bátar høvdu torført at fáa bátin upp aftur, tá hann fór niður í alduna, og so gera sær dælt, tá báturin var uppi á alduni. Hetta dugdi millum annað manningin umborð á Hvessingi. Rennisjógvurin gjørdi, at vit fingu henda stóra munin á bátunum. Hetta er eisini ein av “sjarmunum” í føroyskum kappróðri.

Hvítravnur nýggja 10-mannafarið hjá Sandavágs Róðrarfelag. Hetta er fyrrverandi Hoyvíkingur. (Mynd Bjarti Mohr)
Nú er bara ólavsøkuróðurin eftir. Serliga tríggjar spennandi finalur kunnu vit gleða okkum til. Frúgvin við dreingjum hevur 38 stig og Sílið 37 stig. Argjabáturin hevur 39 stig, og tað hevur Heiðabáturin eisini. Drekin reyði hevur 39 stig og Klaksvíkingur 38 stig. Standa tveir bátar á jøvnum í stigum á ólavsøku, so vinnur báturin FM-heitið, sum er fremri á ólavsøku. Róðrarteinurin í Havn er 901,25 metrar. Bjarti Mohr hevði myndatólið við sær til Sandavágs. (Vagnur)



