Meiningahornið – Navn títt skal vera “Skúlin á Fløtum”

Navn títt skal vera Víkingur, bygdur í !962. Minnist væl, tá línuskipið fór av bakkastokki. (Mynd Havnin fólk og yrki)

Navn títt skal vera Víkingur, bygdur í !962. Minnist væl, tá línuskipið fór av bakkastokki. (Mynd Havnin fólk og yrki)

Nógv fólk við mær undrast á, at Tórshavnar kommuna longu gevur nýggja skúlanum í vestubýnum navn, áðrenn skúlin er teknaður, arbeiðið bjóðað út, og skúlin liðugt bygdur. Í míni verð ein politiskur sjónleikur. Minnist sum smádrongur, hvussu spent vit vóru, tá nýbygningur fór av bakkastokki á Tórshavnar skipasmiðju. Altíð spennandi at síggja, tá hvíti dúkurin varð drigin frá navninum, og tá guðmamman langaði vínfløskuna í skipið og avdúkaði navnið. 

Vanligt er, at børn fáa navn nakrar mánaðir eftir, at tey eru fødd. Tú gevur ikki barninum navn, tá tað er í búkinum hjá mammuni. Eisini er stór hátíðarløta, tá bæði stór og minni skip fara av bakkastokki og harvið fáa navn. Tey fáa ikki navn á tekniborðinum. Síggi fyri mær handverkarar á Tórshavnar skipasmiðju smíða pall, har eigarar av skipinum skulu avdúka navnið á skipinum. Altíð nógv fólk var til staðar, tá nýggj skip fóru av bakkastokki á Tórshavnar skipasmiðju. Skipini skrýdd við fløggum, og áhugavert at síggja skipið fara fyrstu ferð út um Molan. Vit ungfólk vitjaðu umborð og fingu altíð karamellur og okkurt at drekka.

Skrivi hesar reglur, tí eg haldi tað er óskikkur at geva skúla navn fyri hann er teknaður. Eisini skeivt at leggja skúlar saman, áðrenn samanlagdi skúlin fær endaligu skúlahølini. Vit sóu herfyri í Kringvarpinum, hvussu ill foreldir eru um samanleggingina, har óskil valdar. Dugi ikki at síggja endamálið við samanleggingini. Hevði somu meining, tá Sjónvarpið og Ùtvarpið vórðu løgd saman, har rumbul eisini valdaði fyrstu árini. Sjálvandi skuldi fyrst verið bygt út í Sortudýki, áðrenn lagt var saman. Tí vit skulu minnast til, at óróð kemur á starvsfólkini, sum føla seg ótrygg. Hetta við samanhaldi og ymsum starvsbólkum.

Komi eisini at hugsa um nýggja musikkskúlan. Um nú kapping var útskrivað um navn til nýggja musikkskúlan, og vinnandi navnið var Musikkskúlin í Sortudýki? Síðani er skúlin fluttir út á Landavegin, og hvat so við navninum. Ja, skúlin endar kanska á Skálatrøð. Tá hava vit knappliga trý nøvn. Musikkskúlin í Sortudýki, musikkskúlin á Fløtum og musikkskúlin á Skálatrøð. Sjálvandi skal Tórshavnar kommuna bjóða til navnakapping, tá skúlar eru um at vera lidnir, og at borgarin nú sær, at ætlanin gerst veruleiki. Alt annað er politiskur sjónleikur. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *