
VÌF føroyameistarar 2015. Aftast frá vinstru: Michael Ericsson hjálparvenjari, Heini Hanusarson, Agnar Joensen, Sjúrður Nielsen, Teis Horn Rasmussen, Sámal Joensen, Hanus Christophersen, Filip Jojic, Jóngerð Nielsen liðleiðari, Dejan Lacok málmansvenjari, Jákup Durhuus liðleiðari.
Fremst fv: Ingi Olsen venjari, Tóki Seloy, Jón Muller, Sjúrður Olsen, Mads Eriksen, Eli Muller, Julian Olsen, Niklas Simonsen, Áki Egilsnes, Andreas Eriksen.
Tíðliga í fyrri helvt av kappingini skrivaði eg VÍF sum annað liðið í FM-finalunum. Á øllum mótum varð sagt, at VÍF hevði bestu manningina, og so var royndi venjarin Ingi Olsen komin heim úr Grønlandi. VÍF tapti fyrsta dystin fyri StÍF á Skála, men so vísti pílurin beint uppeftir, og stigini raplaðu í stigaposan. Eftir nýggjár vóru bara Kyndil og H71 í kappingini um seinna finaluplássið. Men í februar mánað minkaði málskjótingin hjá VÌF liðnum, og liðið mistu nøkur stig. Kári Horn hevur sæð nógvar av dystunum hjá VÍF. Eg havi spurt hann, hví júst VÌF og H71 endaðu í FM-finalunum.
– Fara vit fyrst til VÌF, so hevur liðið gott “fundament” í nøkrum spælarum á liðnum. Fyrst frálíkar málverjar, síðani tveir stórar menn í Heini og Sámal í miðverjuni. Í álopinum hevur liðið betri skjúttar enn hini liðini. Har eru Filip Jojic á vinstra bakki og Áki Egilsnes á høgra bakki væl uppspældir av Sjúrði sum miðspælari. Síðani eru spælararnir á beinkinum við betri góðsku enn hjá hinum liðunum, og liðið viknar ikki nakað serligt, um skift verður út.
– Eftir at VÍF liðið vann steypakappingina, viknaði liðið nakað, og færri mál vórðu skotin. Uttan iva vóru spælarar mettaðir av hondbólti, og tað sum fylgir við einum steypasigri. Liðið fór niður í “gear”, og tá fór at ganga minni væl nakrar dystir. Spælarahópurin máttii spenna seg út til tess at finna aftur gomlu gongdina.
– Ikki kom óvart á meg at júst H71 kom í FM-finalurnar, tí liðið gjørdist bara betri og betri, sum seinna hálva leið. H71 hevur eisini góðar málverjar. Munur millum H71 og Kyndil var, at Kyndil hevði bara Mladin, og var hann ikki í essinum og hevði minni góðan dag, so var Kyndil í trupulleikum. Kyndilsliðið hekk heldur ikki saman sum ein eind, og vóru tildømis Mladin og David Edvardsen ikki komnir á kyndilsliðið, so endaði liðið niðurfyri Neistan.
H71 liðið sýntist sum eitt nógv betur samansjóðað lið enn Kyndil. Tó er at siga, at hetta broyttist, tá Hjalti Mohr Jacobsen kom heim úr Danmark. Hann fekk álopsspælið at hanga saman hjá Kyndli. Sum sagt, komu málverjarnir hjá Kyndli og H71 at gera av, hvørt liðið kom í FM finalurnar. Kyndil vantaði ein “klassamálverja” at skifta út við, tá Mladen ikki hevði góðan dag, sigur Kári at enda.
Tá eg skrivi orðini frá Kára, hugsi eg, at VÍF var ikki betri enn so, at liðið í FM-finalunum vann bara við einum máli á H71 í Hoyvíkshøllini og bara við einum máli á H71 í Vestmanna. Og so kunnu vit leggja aftrat, at VÍF vann bara við einum máli á Neistanum í steypafinaluni, so “marginalarnir” eru so sanniliga endaðir í Vestmanna hetta kappingarárið. Til lukku við FM-heitinum. Nú var sanniliga upp á tíðina, at FM-steyp koma aftur í gomlu góðu hondbóltsbygdina. (Vagnur)
