Seinasta summar koyrdi eg ein túr norðeftir, og myndatólið var eisini í bilinum. Tá eg kom fram við havnarlagnum á Sundi, reikaðu tankarnar aftur til árini 1988/1989, tá eg sá í sjónvarpinum bóndakonuna á Sundi siga, at hon fór ongan veg, sjálvt um teir boraðu og sprongdu í túninum fyri nýggjum havnarlagi. Bóndakonan er farin, og havnarlagið, sum tá kostaði hálvthundrað milliónir krónur, kundi ongantíð brúkast. Nú liggur tað í órøkt meira ella minni. Í Kollafirði er sama skili. Eitt fjall av bingjum havnarøkinum, sum er ljótt og órudduligt. Lív ella deyð fyri Havnina, um nýggja havnarlagið í Havn ikki verður útbygt, sigur borgarstjórin.
Niðanfyri kanst tú lesa greinina, sum eg skrivaði fyri júst tveimum árum síðani. Hon er aftur “aktuell” í sambandi við útbyggingini av havnarlagnum í Havn. Ein politikkari er bara vanligt menniskja, og alt tað ein politikkari sigur og tekur avgerð um, er mangan ikki rætt. Óteljandi dømi er um hetta í okkara samfelag.

Havnarlagið kann ikki brúkast sum gott havnarlag, tí ov nógvur søgur er hjá skipum at liggja. (Mynd Vagnur)
Tá eg sá yvirskiftina Lív ella deyð fyri Havnina í Sosialinum, kom eg at hugsa um havnarlagið á Sundi í 1988/1989. Tá var hetta havnarlagið eisini lív ella deyð fyri framburðin í Havnini. Hetta var eisini galdandi fyri havnarlagið í Kollafirði og var eisini sagt, tá kommunan bygdi “Nyhavnina”, sum heldur ikki kundi brúkast eftir ætlan. Ikki gongur altíð, sum prestur prædikar.
Sjálvandi er útbyggingin av havnarlagnum í Havn fyri hálva milliard ikki lív ella deyð fyri Havnina. Eg tosaði ein dagin við fyrrverandi býráðslim í Havn, og hann skiliti ikki, hví Heðin Mortensen borgarstjóri og Sjúrður Olsen, formaður í havnarnevndini taka so rívan til. Havnarlagið átti at verið bygt út kanska í trimum byggistigum, tí so síggja fólk, hvussu havnarlagið tekur seg út.
Fjølmiðlar kunnu vera vandamikil vápn hjá politikkarum, tí fjølmiðlaávirkan kann gerast ógvuliga stór. Tú kanst upppíska ein stemning fyri og ímóti, og tað er júst tað, sum borgarstjórin ger í løtuni. Sjálvandi er útbyggingin í Havn ikki lív ella deyð fyri Havnina. Øll vilja til Havnar, hetta vísir søgan seinastu hálvthundrað árini. Nørruna fer altíð at leggja at bryggju í Havn, tað ger Smyril eisini, og tað koma ferðamannaskipini eisini at gera.
Eingin orsøk er at taka so rívan til og oyðileggja økið fram við Skansan. Fleiri møguleikar eru. Fáið gjørt “Nyhavnin” lidna, sum upprunaliga ætlað. Byggið longur suðureftir, so fleiri ferðamannskip kunnu leggja at. So eru øll glað. (Vagnur)

