Skriviborðstigini spøkja framvegis í bestu deildunum

Vegna fótskaða hevur Milica Rankovic ikki spælt seinastu tveir dystirnar.

Vegna fótskaða hevur Milica Rankovic ikki spælt seinastu tveir dystirnar.

Tá eg 1. februar hugdi í stigatalvuna og fann út av, hvørjir dystir vóru eftir at spæla í grundspælinum, gitti eg, at skriviborðstigini komu at gera av, hvørji lið spæla FM-finalurnar, og hvørji lið vunnu grundspælið. Og tað vísir seg nú, at metingin er næstan røtt . Grundspælið endar leygardagin, og vóru skriviborðstigini ikki komin fyri, so kundi alt endað øðrvísi. Farið er farið verður sagt, men í eini eftirmeting skal alt við.

Eftir at VÍF kvinnur vunnu so tryggan sigur á Kyndli í Havn, var eg heilt vísir í, at VÍF kvinnur hildu kósina beint í FM-finalurnar. Men VÍF liðið vísti seg ikki at vera so sterkt, sum dysturin ímóti Kyndli vísti. Roknaði heilt vist við, at VÍF vann í Vági og at liðið vann á Kyndli í Vestmanna, men so var ikki. Tí spælir VÍF ikki FM- finalurnar.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 24 683 472 211 37
2 Kyndil 23 564 408 156 36
3 VÍF 23 671 489 182 30
4 VB 22 563 479 84 25
5 StÍF 23 536 496 40 22
6 Stjørnan 22 422 578 -156 10
7 Søljan 23 229 746 -517 0

Eisini roknaði eg við, at Neistin fór at vinna seinasta dystin á Kyndli og eisini vinna grundspælið, men soleiðis gekk ikki. Neistakvinnur hava mist nakað flognum í seinastuni uttan iva tí, at bakspælarin Milica Rankovic er skadd og var ikki við ímóti VB og StÍF mikukvøldið, dystin, sum neistakvinnur tapti. Eitt er Milica, men tað tykist løgið, at neistakvinnur lata so nógv mál í egið mál. VB skeyt 31 mál og StÍF 25 mál í neistamálið. Á liðnum eru kropssterkir verjuspælarar, men okkurt má vera galið við hugburðinum í løtuni.

Kyndilskvinnur mugu sigast at vera favorittar at endurvinna FM-heitið, tí tær vunnu seinasta dystin á Neistanum og eru eisini mótvegis Neistanum betri í innanhýsisstigum í grundspælinum. Men skriviborðstigini gera nú eisini av, at Kyndil vinnur grundspælið. Liðið, sum vinnur grundspælið í Føroyum, fær einki, men so er ikki í hinum norðanlondunum. Vinnarin av grundspælinum í Danmark tryggjar sær í altjóða pláss í meistarakappingini, og hetta ganga donsku feløgini høgt uppí. Í Føroyum handlar grundspælið bara um at tryggja sær pláss í FM-finalunum.

Skriviborðstig avgera eisini manskappinginaHSF

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 23 645 537 108 35
2 H71 23 591 503 88 33
3 Kyndil 23 537 475 62 32
4 KÍF 23 605 598 7 23
5 Neistin 24 604 651 -47 22
6 StÍF 23 572 614 -42 11
7 Team Klaksvík 23 497 673 -176 6

Hyggja vit at manskappingini og stigatalvuni, so spøkja skriviborðstigini eisini har. Kyndil misti tvey stig tíðliga í kappingini, tá liðið spældi við spælara uttan spæliloyvi. Tey tvey stigini vantar Kyndil nú í endaspurtinum. Ja, stigini koma uttan iva at kosta kyndilsmonnum FM-finalupláss. Leygardagin spælir Kyndil ímóti KÍF í Havn, og H71 spælir ímóti H71 í Hoyvíkshøllini. H71 klárar seg við javnleiki. KÍF er flúgvandi í løtuna. Liðið var um at vinna á H71, men tapti við einum máli og brendi brotskast í seinasta minutti. KÍF vann á VÍF mikukvøldið. VÍF og H71 eru tvey lið, sum ætla sær at vinna FM-heitið.

FM-finalurnar verða spældar í næstu viku, og hvat kunnu við vænta? VÍF liðið hevur eins og neistakvinnur mist nakað av flognum í seinastuni. Vestmenningar skjóta alt ov fá mál, og tí er VÍF ikki favorittur at vinna FM-heitið, sum eg helt fyrr í vétur. VÍF skjúttarnir eru alt ov óstøðugir, ja, og vinnur tú ikki FM-heitið berta skjóta tjúgu ella einogtjúgu mál.

Hjá kvinnunum havi eg Kyndil sum favoritt, sum eg ikki hevði fyri nøkrum vikum síðani. Orsøkin er, at neistakvinna er skadd, og neistakvinnur fáa alt ov nógv mál ímóti sær. Òlag er komið í neistaverjuna, og so eru kyndilskvinnur farnar at verja so langt frammi á vøllinum, sum liðið royndi áður ímóti Neistanum ikki við góðum úrsliti. Men tá var Barbara á neistaliðnum. Men alt hetta eru bara gitingar, tí dystirnir eru jú ikki spældir. FM-finaludagarnar eru heilt serligir, tí tá skal dagsformurin vera har, og tað taktiska og sálarliga skal vera á pláss. Annars vinnur tú ikki FM-heitið. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *