Í gjár hoyrdi vit í fjølmiðlunum, at UEFA hevði gjørt av, at meira peningur skal latast til liðini, sum klára seg best í landskappingini og altjóða kappingunum. Tildømis fekk Havnar Bóltfelag 600.000 krónur í sín posa. – Hetta broytir einki í okkara felag, sigur formaðurin í HB. Áskoðaratalið er minkað nógv seinnu árini, og lýsingapengurin og stuðulspeningur er eisini minkaður, leggur HB formaðurin afturat. Hetta fær meg at hugsa um, at líka mikið, hvussu nógv eitt ítróttafelag fær skava saman av peningi saman í kappingarárinum, so er pengakassin mest sum altíð tómur. Spælarasáttmálar, útlendingar og aðrar útreiðslur fara við øllum peninginum.
Í mínum ungdómsdøgum var eingin peningur í føroyskum fótbólti ella hondbólti. Hissini venjari fekk samsýning at venja bestu deildirnar. men nú er peningur í fleiri føroyskum ítróttagreinum.
Vit skulu aftur í 80 árini, tá ið peningur spakuliga sníkti seg í føroyskan ítrótt og serliga í fótbóltin, men í hondbólti eru framvegis fáir løntir spælarar. Feløg fáa sjálvandi nakað, tá samsýningar verða goldnar fólkum, men tú missir eisini nakað. Felagskenslan millum ungar spælarar er ikki hin sama sum áður, tí spælarin fer, har úrtøkan er størst. Eins og í øðrum londum, lata tey smáu feløgini spælarar til tey størru og ríkari feløgini, tí tey hava meira at bjóða. Hetta fer fram um allan knøttin.
Fleira feløg fara mangan mest sum av knóranum, fólk fara úr nevndum, og onnur taka um endan og byrja av nýggjum. Seinastu árini hava vit verið vitni til fleiri slík dømi. Eg virði tey fólk, sum alment fara í fjølmiðlarnar og siga, at felag okkara megnar ikki slíka kós, vit mugu hálsa um. Vit minnast øll trongu støðuna á Argjum í AB, vit sóu tað í Klaksvík í KÍ og EB/Streymi, og bæði HB og B36 í Havn hava verið í somu støðu bara at nevna nøkur dømi.
Í flestu bóltfeløgum er stórur gjøgnutrekkur av nevndarlimum. Tey koma braneggjaði í nevnd og vilja eina rúgvu, men tey finna skjótt út av, at nevndararbeiðið snýr seg fyrst og fremst um at útvega so nógvan pening sum tilber. Hetta eydnast væl hjá summum feløgum, og sum duga væl at stýra tí fíggjarliga, men í summum feløgum kann ganga av skriðuni.

Saman við Ioanu Rapa, VÌF og Lotte Sørensen, Kyndil er Barbara Braur besti hondbóltsspælarin, sum hevur spælt í Føroyum. (Mynd Álvur)
Tað hugaliga er, at feløg kunnu mennast á annan hátt, tá fíggjarorkan knappliga er skerd. Liðini fara kansa í næstbestu deildina at fóta sær aftur, men longu árið eftir eru tey í aftur í bestu deildina. Tey byrja av nýggjum við ungum evnaríkum spælarum, meðan tey siga upp sáttmálarnar við útlendsku spælarar. Brúka egnar spælarar, tí tey hava spent bogan ov nógv.
Tað er einki dulsmál, at torført er at vinna meistaraheitið í bestu fótbóltsdeildini og besti hondbóltsdeildi uttan útlendskan styrk ella spælarum keyptir úr øðrum smærri feløgum. Feløgini missa so nógvar ungar evnaríkar spælarar, sum fara uttanlands í lestrarørindum, at skal felagið sleppa upp á tindin, má útvegast útlendskur styrkur ella fáa toppspælarar úr øðrum føroyskum feløgum. Og útlendingir spælarar hava flestir myndað og sett dám á føroyska hondbóltin seinastu fimtan árini og serliga í kvinnudeildini.
Øll hondbóltsfeløgini hava roynt at fingið sær útlendskan styrk, og tað vísir seg, at tú vinnur ikki FM-heitið í bestu hondbóltsdeildum uttan útlendskan styrk. Felag kann hava frálíkt lið, men so vantar ein góður málverji ella ein góður høgri bakkur. Loysnin; vit fara uttanlands eftir spælarum, og hetta kostar pengin og nógvan pening. Undantakið kann gerast í ár, um kyndilskvinnur endurvinna FM-heitið, tí á liðnum er eingin útlendskur spælari. Men í bestu mansdeild eru tað útlendingarnar, sum gera munin. Her hugsi eg um VÍF og Kyndil og H71, sum kappast um at koma í FM-finalurnar.
Øll feløgini hava somu møguleikar, men tað er fíggjarorkan hjá einstaka felagnum, sum ger av, hvussu stór upphædd kann brúkast til útlendskan styrk og harvið náa upp á tindin.
Feløg royna seg mangan í nøkur ár við útlendskum spælarum, men so sansar at í peningaskjáttuni. Feløg boða tá frá, at nú “satsa” vit á egnar spælarar, men hartil er at siga, at tú vinnur ikki meistaraheitið hvørki í bestu fótbóltsdeildini (menn) ella hondbóltsdeildini bara við egnum spælarum. (Vagnur)

