Hoyrdi í Rás 2 sunnudagin kyndilsspælara iðra seg um, at Kyndil ikki vann dystin og tapti annað annað stigið á stokkinum. Eg vil venda tí við og siga, at kyndilsmenn gjørdu kvettið í Vestmanna, tí fekk VÍF eitt mál afturat, og Kyndil tapti dystin, samstundis sum H71 vann á KÍF við einum máli, skuldi H71 bara vinna á Team Klaksvík mikudagin, so var H71 í FM- finalunum. Eina stigið hjá Kyndli í Vestmanna ger, at nú skal H71 vinna báðar seinastu dystirnar til tess at koma í FM-finalurnar.
Havi skrivað tað fleiri ferðir í vetur: Einki lið vinnur á Kyndli við at skjóta bara tjúgu mál, tí Kyndil skjútur fá mál og fær fá mál ímóti sær. Tú skalt nøkur mál upp um tjúgu mál til tess av vinna á Kyndli. Rokni heilt vist við, at VÍF fór at basa Kyndli sunnudagin, tí David Edvardsen er hálvskaddur og Finn Hansson síggi eg ikki á dómaraseðlnum. Men tá eingin Heini Hanusarson er við VÍF, og at Filip Jojic bara skjýtur tvey mál, so boðar hetta frá, at vit í vetur einki topplið hava, og at øll liðini er ógvuliga viðbrekin.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 22 | 625 | 513 | 112 | 35 |
| 2 | Kyndil | 23 | 537 | 475 | 62 | 32 |
| 3 | H71 | 22 | 559 | 483 | 76 | 31 |
| 4 | KÍF | 22 | 581 | 578 | 3 | 21 |
| 5 | Neistin | 23 | 574 | 624 | -50 | 20 |
| 6 | StÍF | 22 | 545 | 584 | -39 | 11 |
| 7 | Team Klaksvík | 22 | 477 | 641 | -164 | 6 |
Í Vestmanna hevði Kyndil leiðsluna frá byrjan, har David Edvardsen vísti vegin til VÍF málið serliga í fyrra hálvleiki. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Kyndil á odda 9-4, og tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum, var Kyndil á odda 19-15. Men Kyndil steðgaði upp seinastu minuttirnar, so VÌF fyrstu ferð í dystinum kundi smoyggja sær fram um 21-20. Kyndil fekk tó javnað til 21-21 í seinasta minutti.
Í Hoyvíkshøllini var sama skili hjá heimaliðnum. KÍF sat á dystinum frá byrjan, og eftir ellivu minuttir spæl var KÍF odda 6-2. Leiðslan helt sær til hálvleik, sum KÍF vann 13-10. H71 fær góða byrjan í seinna hálvleiki, og eftir ellivu minuttir spæl er knappliga javnleikur 17-17. Og so fylgjast liðini stavn um stavn til dystarenda, har ongantíð er meira enn eitt mál á muni. H71 vinnur dystin 24-23, men KÍF misnýtir brotskast í seinasta minutti.
Eg segði við neistavinmann longu fyrst í desember mánað, at kyndilsmenn vinna FM-heitið 2015. Grundaði hetta á serliga málverjan Mladen, David og kyndilsverjuna. Og nú er vit komin so mikið langt í grundspælinum, at smáir “marginalar” gera av, hvørs tað er Kyndil ella H71, sum spæla ímóti VÍF í FM-finalunum. “Marginalarnr” trý mál sunnudagin hvønn vegin kundi broyta alt. Tí tapti H71 og Kyndil vann, og Kyndil vinnur heimadystin ímóti KÍF, so var Kyndil í FM-finalunum. Nú er støðan hon, at H71 skal vinna bæði mikukvøldið í Klaksvík og leygardagin vinna á StíF á heimavølli.
FM-finalurnar eru altíð serligar, sum kunnu sammetast við tvær steypafinalur. VÍF er óstøðugt lið, har spælari sum Filip má spæla upp til sítt besta, skal VÌF vinna FM-heitið. H71 skjýtur ikki nógv mál og er eisini viðbrekið lið, har verjuspælið er akkerið á liðnum. Kyndil stendur og fellir við Mladen í málinum og so hálvskadda David Edvardsen, sum báðir hava hildið Kyndli inni í kappingini í vetur. H71 hevur “essið” at koma í FM-finalurnar, men so skal fyrst dysturin mikukvøldið vinnast. Grundspælið endar so við einum brakið leygardagin. (Vagnur)
H71 – KÍF 24 – 23 Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
Málskjúttar H71: Mark Lauser Marcher 6, Hallur Biskopstø 6, Rúni V. Højgaard 4, Sigmundur Nolsø 2, Jerper Perdersen 2, Bogi G. Davidsen 1, Hans Kári Hansen 1, Hilmar Leon Jakobsen 1 og Tróndur Arge 1
Málskjúttar KÍF: Ási Dam 6, Andrias Nielsen 4, Tony Weihe 3, Janus Jacobsen 2, Pætur Johannesen 2, Teitur Joensen 2, Fríði Weihe 2, Poul Finnur Egholm 1 og Hans Eli Sigurbjørnson 1
VÌF – Kyndil 21 – 21 (9-12) Dómarar: Heri Pedersen og Dánjal Samuelsen
Málskjúttar VÍF
Málskjúttar Kyndils: David Edvardsen 7, Hjalti Mohr Jacobsen 3, Andrias Sólsker 2, Julian Johansen 2, Ludvík Súnason 2, Høgni Klein Olsen 1, Hans Áki D. Christiansen 1, Eirikur Simonsen 1 og Frank Askilsen 1, Bjarni Sørensen 1
Málskjúttar VÍF: Áki Egilsnes 9, Mads Eriksen 5, Sámal Joensen 2, Filip Jojic 2, Julian Olsen 1, Andrias Eriksen 1 og Hans Christophersen 1
Neistin – Team Klaksvík 24 – 17 (14-9) Dómarar: Gert Hansen og Agnar Dam
Málskjúttar Neistans: Rói Berg Hansen 11, Torstein Balle 5, Tommy Fletcher 5, Torkil Hentze 2 og Terji Mørk 1
Málskjúttar Team Klaksvík: Bogdan Florea 4, Suni Johannsen 4, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Vilhelm Vilhelmsen 2, Jens Petur Mohr 2, Leivur Petersen 1 og Dánjal Kærbo 1
