
Beinta Bárðardóttir er væl nøgd við úrslitini hjá landsliðnum og er væl nøgd við egin avrik. (Mynd Vagnur)
16 ára gamla Beinta Bárðardóttir gongur á eftirskúlanum í Oure á Fjóni, har hon valdi hondbólt sum linjulærugrein. Hon kom um vikuskiftið til Føroya at spæla ímóti Russlandi, Íslandi og Tjekkia. Mín áhugi var serliga, hvussu Beintu dámar eftirskúlan, hvussu nógv tey venja hondbólt, og um hon er vorðin ein betri hondbóltsspælari. Tí eg havi varhugan av, at fleiri føroyskir spælarar, sum koma á hondbóltseftirskúlan, ikki koma aftur sum betri hondbóltsspælarar. Alt velst jú um, um tú sum ungur bara vil heimanífrá, ella um tú veruliga vilt nakað við hondbóltinum. Eg fann skjótt út av, at Beinta vil gerast betri hondbóltsspælari. Eg hitti Beintu eftir dystin millum Føroyar og Russland. Og Beinta sigur:
– Fyrst vil eg siga, at eg eri væl nøgd við eftirskúlan í Oure og havi higartil fingið heilt nógv burturúr. Vit venja hondbólt tveir tímar mánadag, mikudag og hósdag. Og so eru styrkivenjingar týsdag og fríggjadag, har vit eisini renna týsdag. Síðani spæla vit eisini um vikuskiftið, so hondbóltur er á skránni hjá mær mest sum hvønn dag.
.- Eg spæla á Oure 1 liðnum gentur 16 ár, sum spælir í 1. deild, sum er næstbesta deildin í aldurbólkinum. Nógvir javnt góðir spælarar eru á liðnum, og liðini eru góð, sum vit spæla ímóti. Mær dámar væl hondbóltsvenjingina og kann siga, at eri eg vorðin betri hondbóltsspælari. Ì løtuni eru seks føroyingar í Oure. Vit eru tvær gentur, sum eru á hondbóltslinjuni, tríggir dreingir á fótbóltslinjuni og ein genta á dansilinjuni.
– Tú nevnir, at summir føroyskir spælarar ikki mennast á hondbóltsskúlanum í Oure, og summir spælarar koma ov tungir aftur av skúlanum, og tyngdin ikki eru vøddar. Tað velst jú alt um, hvat tú vilt fáa burturúr, og hví tú ert komin á eftirskúlan. Eg vil læra og fáa nógv burturúr og føli eisini, at eg mennist alla tíðina. Maturin er øðrvísi á skúlanum enn heima, og ein pizzabarr er nær við, sigur Beinta við einum smíli.
Eri heilt væl nøgd við avrikini hjá landsliðnum
– Eg var ómetaliga spent at koma til Føroya at spæla á landsliðnum og má bara viðganga, at tað gekk nógv betur enn væntað hjá føroyska liðnum og eisini hjá mær. Eg spældi nógv, skeyt fleiri mál og fekk nógv brotskøst. Vit vunnu á Íslandi, sum var stór uppliving og fingu heilt góð úrslit ímóti Tjekkia og so at enda Russlandi, sigur linjuspælarin, sum er uppvaksin í Kyndli.
Nú kenni eg ikki Beintu og havi ikki fylgt henni á vøllinum seinnu árini. Men eg havi tí spurt ein hondbóltsvenjara í Neistanum, sum hevur vant nógv gentur, hvat hann helt um avrikini hjá Beintu teir triggjar dystirnar um vikuskiftið.
– Beinta er ikki at kenna aftur, síðani hon fór á eftirskúla á Oure. Hon er ment heilt nógv, hon er blivin kropssterkeri, er góður verjuspælari og hevur henda stríðsviljan, sum skal til. Eg haldi, at tað er so umráðandi, at føroyskir spælarar og eisini foreldrini gera sær greitt, hvat endamálið er at fara á hondbóltseftirskúla í Oure. Tí vit vita, at summir spælarar fáa lítið og einki burturúr hondbóltinum, ja, koma mangan aftur sum verri hondbóltsspælarar, sigur neistavenjarin.
At enda spyrji eg Beintu, hvør hondbóltsframtíðin er? – Eftir árið í Oure komi eg aftur at ganga í miðnámsskúla og fari at spæla aftur í Kyndli. Næsta uppgávan hjá landsliðnum er ferð til Íslands seinni í ár, sigur fyrikomandi og blíði linjuspælarin, sum eg merki vil veruliga nakað við hondbóltsspælinum. Pápi Beintu, Bárður Johannessen, er hjálparvenjari hjá U17 landsliðnum. Eftir góðu hondbóltsupplivingarnar í Føroyum er Beinta í dag farin aftur til Danmarkar, har hondbóltsvenjingin heldur fram til summarfrítíðina. (Vagnur)


