Eftir dystin leygardagin millum Russland og Ìsland kom eg at hitta 15 ára gamal íslendska landsliðsspælaran Lovísu Thompson úr Grótti og íslendska liðleiðaran Guðríður Guðjónsdóttir. Fyrst skuldi tað vísa seg, at Guðríður kendi væl til føroyskan kvinnuhondbólt, tí hon var á Fram-liðnum, sum á heysti 1979 spældi tveir Europa cup dystir ímóti Neistanum í Føroyum. Hon mintist neistaspælararnar Svannu og Rannvá Hanusardóttir. Men fyrst til dystin millum Russland og Ísland.
Áhugavert at síggja dystin, tí á báðum liðunum vóru góðir spælarar, men heilt stóri munurin vóru málverjarnir. Russland hevði frálíkan málverja, meðan málverjin hjá Ìslandi var ikki góður og var lættur hjá russisku spælarunum av lesa av, tí málverjin valdi alla tíðina síðu. Russiska liðið varð mannað við høgum sterkum spælarum, har ellivu spælarar vóru frá 180 sentimetrar og hægri. Hægsti spælarin er 189 sentimetrar. Spælararnir vóru tungir á fótum og spældu ikkii so skjóta hondbólt. Men frálíka flata verju, væl skipað álopsspæl og so hevði liðið góðar skjúttar á øllum plássum. Serliga legði eg merki til, hvussu hart nakrar spælarar skutu hesi knøppu handliðsskotuni, sum vit síggja lítið av í Føroyum. Eisini royndi liðið alla tíðina at hava bóltin í spæli, sjálvt um spælari varð taklaður. Tí fá tríggjameturkøst.
Russiska liðið hevði væl skipað álopsspæl og dugdu væl at spreiða spælið, har báðir bakkarnir lógu summar løtur heilt út við síðulinjuna. Frálíkt lið. Klassamunur var á báðum liðunum, har Russland vann stórsigur. Bakspælararnir hjá Ìslandi megnaðu ikki at skjóta ígjøgnum stóru russisku verjuna, og nógvu málini hjá Íslandi vórðu skotin frá veinginum ella í skjótum álopi. Eftir dystin hitti eg tær báðar 15 ára gomlu Lovísu Thompon úr Grótti og liðleiðaran Guðríður Guðjónsson. Men fyrst til Lovísu.
Eg yngski at gerast yrkisspælari uttanlands
Eg spurdi fyri um eftirnavnið Thompson? – Pápi mín er amerikumaður og mamma mín er íslendsk, tí havi eg Thompson sum eftirnavn og ikki tað vanliga dóttir í endanum. Eri fimtan ára gomul og fylli sekstan ár 27. oktober í ár. Eg spæli á besta liðnum hjá Drótti, og vit venja, sum tit gera í Føroyum. Vit ganga í vanligum skúla, og so venja vit seint seinnapartarnar ella um kvøldið. Ikki nakað við hondbóltsskúla, har vant verður um morgunin. Mítt hondbóltsynski er at gerast yrkisspælari uttanlands og sjálvandi koma á íslendska A-landsliðið, sigur Lovísa.
Eg spyrji síðani liðleiðaran, hvussu kvinnuhondbólturin hevur tað í Íslandi, tí kvinnulandsliðið hevur altíð staðið í skugganum á manslandsliðnum, sum spælir í altjóða kappingunum ímóti teimum allar bestu liðunum. – Í løtuni hava vit gott kvinnulandslið, tí einir tólv trettan spælarar spæla í útlendskum feløgunum í Danmark, Týsklandi og Fraklandi. Hesir spælarar manna grundstammuna á liðnum. Áhugin fyri gentu- og kvinnuhondbólti er stórur í løtuni í Ìslandi, og eg havi góðar framtíðar vónir, tí nógvar ungar gentur spæla hondbólt, sigur Guðríður.
Tá eg sigi Guðríður, at tá nógv føroysk “talentir” fara uttanlands, so taka tey ikki við avbjóðingini at spæla hondbólt á høgum støðið. Hesi “talenti” blíva burtur í donsku fjøldini, meðan íslendingar hava heilt annað hugburð í sambandi hondbólt.
– Tað er ein so mikið stórur stoltleiki at spæla á íslendska landsliðnum, at heilt nógvir spælarar bæði menn og kvinnur velja at satsa upp á hondbóltin, samstundis sum tey fáa sær útbúgving. Ì fleiri førum tekur útbúgvingin longri tíð, men so fáa tey eisini spælt hondbólt á høgu støði og samstundis fáa sær góða útbúgving. Eg eri heilt vís í, at skipa føroyingar fyri fleiri slíkum kappingum og hava bæði U17 og U19 landslið, so fara ungir spælarar satsa meira upp á hondbóltin. Hugburðurin fer at venda, sigur Guðfríður at enda.
Sum uppískoyti til orðini omanfyri, so var áhugavert at síggja Russland og Ísland spæla. Frálíkt hondbóltsspæl men so út av lagi vánaligur tónleikur í høllini. Skilji ikki, hví vit borðreiða við slíkum “lorti” heldur at vísa útlendingum, at vit í Føroyum hava nógvar frálíkar tónleikarar og harvið góðan tónleik. Tá eg spurdi HSF umboðsmann um tónleikin, so var einasta svarið: – Tey ungu vilja hava hetta. Eg ætlaði at eisini at hyggja at Føroyum og Tjekkia, men eftir ein tíma við einki sigandi tónleiki sum var at sammeta við eina skipasmiðju sum bukar á jarnplátur, so fór ég oman og hevði ilt í høvdinum. Míni oyru eru óivað blivin ov gomul, men nú var tað ikki bara eg, sum var ónøgdur við einkisigandi harða tónleikin. Annars frálíkt hondbóltstiltak á Hálsi siga bæði russar og íslendingar, sum eg havi tosað við. (Vagnur)



