EB genturnar vóru móttiknar sum hetjur á Eiði

Frá vinstru : Sarita Vesturdal Vesturtún (venjari) Eydna Á Bø, Elsa Holm Andersen, Miriam Ejdesgaard, Karin Mørkøre Kruse, Sára Jacobsen, Jákup Hanusson (venjari) Fremst frá vinstru: Sandra Hammer, Ró Tordardóttir Andreassen, Lea Símunadóttur Lisberg, Rún Tordardóttir Andreassen, Krista Nygaard Hellisfoss

Frá vinstru : Sarita Vesturdal Vesturtún (venjari) Eydna Á Bø, Elsa Holm Andersen, Miriam Ejdesgaard, Karin Mørkøre Kruse, Sára Jacobsen, Jákup Hanusson (venjari)
Fremst frá vinstru: Sandra Hammer, Ró Tordardóttir Andreassen, Lea Símunadóttur Lisberg, Rún Tordardóttir Andreassen, Krista Nygaard Hellisfoss.

Nú er nakað frálíðið, síðani steypafinalurnar vórðu spældar í hondbóldi. Men enn hevur sigursrúsurin ikki rættiliga lagt seg á Eiði, eftir at gentur 12 ár hjá felagnum vann steypafinaluna. Hetta er fyrstu ferð í nýggjari tíð, og fyrstu ferð síðani høllin kom á Eiði, at eitt A-lið hjá EB vinnur eina steypafinalu. Fyri hondbóltin í Føroyum eru gleðitíðindi, at hondbólturin á Eiði mennist, og spælarar leggjast til. Tað var tann tíð, tá Eiði hevði lið í bestu kvinnu- og mansdeild, men hondbólturin á Eiði hevði ongan møguleika, tá hondbóltur bleiv innanduraspæl miðskeiðis í 1970-árunum. Sunnuvá Vesturdal er forkvinna í Eiðis bóltfelag.

Myndin talar fyri seg. Vælhýrdir EB spælarar í høllini á Eiði.

Myndin talar fyri seg. Vælhýrdir EB spælarar í høllini á Eiði.

– Vit eru ómetaliga væl nøgd við kappingarárið í vetur, og fólk eru fegin um, at Jákup Hanusson og Eyðun R. Jensen komu til Eiðis at venja spælarar og annars leggja lag á. Spennandi dagar, tá gentur 12 ár vunnu steypakappingina. EB skipaði fyri busstúri til Havnar, so hini ungu í felagnum kundu síggja gentur 12 ár spæla steypafinaluna. Børnini vóru í EB búna, og so vóru fólk málað eins og onnur feløg gera. Stór løta fyri okkum øll í felagnum, at tað eydnaðist at vinna steypafinaluna.

Sunnvá Vesturdal er forkvinna í Eiðis bóltfelag. (Mynd Vagnur)

Sunnuvá Vesturdal er forkvinna í Eiðis bóltfelag. (Mynd Vagnur)

– Eftir finaluna varð skipað fyri móttøku í EB húsinum, har fólk fingu súpan. Jú, góð hátíðarløta fyri felagið, og eg haldi, at júst henda steypafinalan setti EB á Føroya kortið, har vit vístu, at tað ber til hjá lítlum felag at gera seg galdandi, og at vit her norðuri hava nakað at vera felags um, sigur Sunnuvá.

Tað frøir mítt hondbóltshjarta at hoyra Sunnuvá siga hetta, tí tað er so ómetaliga nógv at siga, at vit eisini fáa EB við í hondbóltsfamiljuna. Eg spyrji Sunnuvá, hvørji børnini eru, sum spæla við yngru liðunum í felagnum. – Vanliga melda vit eini trý, fýra lið til U8 kappingarnar, U10 liðini eru tvey, eitt gentulið og eitt dreingjalið. Vit hava tvey lið gentur 12 ár og tvey lið dreingir 14 ár, har nakrir av dreingjunum eru dreingir 12 ár. Í felagnum vanta vit nakrar aldurbólkar, ella rættari sagt, har eru nøkur hol, tí fingu vit ikki meldað dreingir 12 ár til landskappingina.

– Flestu spælarar koma av Eiði, men tildømis vóru bara tvær eiðisgentur á liðnum, sum vann steypakappingina. Hinar genturnar koma frá Norðskála, av Oyri og Oyrabakka. Nevnast kann, at nakrir spælarar í felagnum koma eisini úr Tjørnuvík, Vík, Hvalvík og Streymnesi. Vit hava eisini eitt kvinnulið í 1. deild, har elsta kvinnan er 26 ár og hinar um tjúgu ára aldur. Eg haldi, at steypasigurin gjørdi, at eisini kommunan hevur fingið eyguni á mennandi og góða ungdómsarbeiðið, sum EB ger. Og vit eru fegin um, at Jákup Hanusson og Eyðun R. Jensen eisini venja EB lið næsta kappingarár, sigur Sunnuvá at enda.

Vakra og frálíka høllin fellir væl í landskapið á Eiði. (Mynd Vagnur)

Vakra og frálíka høllin fellir væl í landsskapið á Eiði. (Mynd Vagnur)

Eg kann bara leggja afturat av royndum, at er hondbóltsvenjingin góð, og spælarar hava tað stuttligt og læra nakað, so leggjast til spælarar. Tá foreldrini síggja, at tey ungu trívast og mennast í hondbóltsspælinum, so stuðla foreldrini eisini bæði felag og spælarum. Sum eg skilji á lagnum, so gerast EB gentur 12 ár nummar tvey í landskappingini, sum H71 vinnur. Silvurmerkini vera EB genturnar heilt vist fegnar um. Annars hoyri eg í útvarpinum, at Sunda kommuna vil hava eiðisbørn at koma í felagsskúlan á Oyrabakka at ganga í skúla. Púra vilt at tøma Eiðis bygd viði børnum, tí sum onkur segði, at tá børnini eru farin úr bygdini, so doyr bygdin spakuliga. Eini 60 børn ganga í Eiðis skúla. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *