Tað kemur ikki óvart á fólk, at júst Javnaðarflokkurin stendur seg best í veljarakanningum í løtuni. Nógv ónøgd fólk er í Føroyum og vilja hava broytingar. Orsøkin er, at núverandi samgonga slóðar fyri stættarmuni, og tað ynskja flestu føroyingar ikki. Ikki nógv ár eru síðani, at táverandi formaður Javnaðarfloksins snaraði flokkinum til høgru, men núverandi formaðurin sigur, at Javnaðarflokkurin fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, sum seinnu árini hevur havt alla maktina í landinum. Flokkurin situr á fiskivinnuni og pengakassanum. Men hví veksur Javnaðarflokkurin?
Serliga nógvir sambandsveljarar vilja skifta flokk, tí teir halda, at sambandspolitikur er ikki at síggja í núverandi samgongu. Fáir sambandsveljarar munnu fara í Tjóðveldi og ei heldur í Fólkaflokkin og smærru flokkarnar. Javnaðarflokkurin er ríkisfelagsflokkur, og tí flyta flestu ónøgdu sambandsfólkini seg yvir í Javnaðarflokkin. Ògvuliga einfald hagtøl. Sambandsflokkurin minkar og Javnaðarflokkur veksur. Nakrar atkvøður fara tó eisini í smærri flokkarnar. Føroyski veljarin er annars ógvuliga trúgvur, sum hagtølini seinastu hálvthundrað árini eisini vísa. Nógvar føddur atkvøður eru, og tað sýnist, at sjálvt um veljarakanningar vísa stórar broytingar, so gerast broytingarnar ikki so ógvusligar sjálvan valdagin.
Áhugavert at fylgja við politiska rákinum í løtuni, har politikkarar hava útsølu og lova alt millum himmal og jørð. Nú skal vera ókeypis at sigla við Strandferðsluni, hotellir og matstovur skulu sleppa undan meirvirðisgjaldi, tvær fótbóltshallir skulu byggjast í Føroyum, ókeypis skal vera at koyra gjøgnum undirsjóvartunlarnar, konufólkini fáa bíligari luktilsi og sminku, og vit skulu hava størri ríkisveiting úr Danmark bara at nevna nøkur dømi.
Havi lurtað eitt sindur eftir kjakinum um nýggja fiskivinnuskipan. Álvaratos. Fjølmiðlarnir brúka tímar at kjakast um, at samgongan og andstøðan møguliga í næstum finna semju um fiskivinnuna. Einki finna flokkarnir nakra semju um fiskivinnuna fyri løgtingsvalið. Fiskivinnumálið er eitt taktiskt spæl millum flokkarnar. Fyrst innanhýsis í samgonguni og síðani millum samgongu og andstøðu.
Så herfyri Edmund Joensen á portali telja saman allar hundraðtals milliónirnar, sum Føroyar høvdu mist í minni ríkisstuðli úr Danmark síðani 2002. Kanningar vísa, at allar flestu føroyingar halda, at vit skulu ikki økja um ríkisveitingina úr Danmark. Míni boð til Edmund skulu vera, at hann skal allar fyrst fara eftir teimum hundraðtalsmilliónunum, sum útlendingar forvinna úr føroysku fiskivinnunum. Tað veri seg bæði úr uppisjóvarvinnuni og laksavinnuni, har stóru partaeigararnir eru uttan fyri Føroyar og fáa størsta vinnibýtið. Síðan eru tað nakrir av flakatrolarunum í Barentshavinum, har útlendigar eisini eiga sín stóra partin.
Danir vita, at nógmikið av peningi er í Føroyum, men at peningurin er skreivt deildir millum fólkið. Og tí veita teir ikki meira ríkisveitin til Føroyar, sum Edmund Joensen og løgmaður ynskja.
Fólkaflokkurin vann taktiska spælið fyri seinasta løgtingsval, tá hann kom við flatskattinum. Boðað var frá, at nú skuldi loysa seg at arbeiða. Men tað vísti seg, at tey múgvandi í Føroyum fingu meira, meðan tey lágløntu fingu einki. Og tað er júst flatskatturin og sjálvandi fiskivinnan, sum verða stóru málini í komandi løgtingsvali. (Vagnur)
