Tá eg mánamorgunin spákaði á Vestur bryggju, hitti eg Sverra Láadal kokkin umborð á trolaranum Phoenix, sum hevur siglt við trolaranum í trý ár. Teir landaðu Phoenix, sum júst var komin fullfermdur aftur av Flemish kap. Eg visti, at illveður var á heimferðini hjá skipunum, og ógvusligar myndir eru at síggja á Vágaportalinum. Nú skjótt 73 ára gamli kokkurin Sverri Láadal segði soleiðis:
– Heilt nógvur fiskur var á Flemish kapp, ja, rokfiskiskapur. Vit fiskaðu í trý døgn, og tað stóð á at arbeiða fiskin undan og fáa hann ísaðan í lastina. Seinasta hálið var so mikið stórt í vavi, at vit mundu ikki fingið tað inn har afturi. Veðrið var alla ferðina ringt, og vit brúktu tíggju døgn úr Føroyum á Flemish kap. Á heimferðini var eisini heilt ringt veður einar 30 til 50 metrar um sekundi, men hann var beint undan, so tað bilti ikki umborð. Og heimferðin gekk bæði skjótt og væl.
– Veðrið var eisini ringt, meðan vit fiskaðu, og óivað var lagt stilt, vóru vit undir Føroyum, men tíðin var knøpp. Vit fingu fult skip eini 280.000 pund í lastina. Phoenix var ein túr á Flemish kap í fjør og ein í ár. Økið á Flemish kap var stongt í nógv ár, men nú hava skip fiska har á fimta ári. Annars hevur Phoenix eisini fiska makrel, sum er landaður til onnur skip, og nú fara vit á svartkalvaveiðu, sigur Sverri.
Eg prátaði eisini við tveir landingarmenn á bryggjuni, og teir søgdu mær, at alt var toskur, men ikki stórur toskur. Fiskurin er í góðum standi, og virkini siga, at fiskurin av Flemish kap er góður at skera.
Kom at hugsa um, at spell er, at føroysku skipini ikki hava størru kvotu. Kvotan eru um 3200 tons og hesuferð fiskaðu skipini 3246 tons, sum eru býtt millum trolarar og línuskip. Ùrtøkan hjá manningini er sera góða hesar túrarnar. Eg spurdi eisini Sverra Láadal, hvat manningin ger frídagarnar, tí ein vika ella meir er at sigla hvønn vegin á Flemish kap.
– Tíðin gongur skjótt umborð, tí nógv er at takast við. Nú eri eg so kokkur. Tá ið vit sigla heim, ganga menn ikki fyri einki, tí tað skal vaskast og ruddast eftir fiskiskapin tey trý døgnini, sigur Sverri at enda. (Vagnur)


