Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni – Vit mistu næming í ferðsluvanlukku í 1999

Eva doyði  15. desembur 1999. (Mynd Vagnur)

Í dag sunnudagin 1. juli er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Tá kunnu fólk steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum. Henda dagin verða blómutyssi løgd út, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. 15. desembur í 1999 var dapur dagur hjá okkum í 4. flokki í Eysturskúlanum, tá ið næmingur í flokkinum doyði í ferðsluvanlukku í R.C. Effersøesgøtu.

Vit vóru komin til næstaseinasta skúladag fyri jólafrítíðina. Allir næminginarnir í Eysturskúlanum høvdu verið í kirkju henda mikudagin, og nú var bara jólahaldið eftir morgunin eftir, áðrenn farið varð í jólafrí.

Um seks tíðina 15. desembur kom eg út í gongina hjá okkum og síggi øgiliga blinkan av politibilum og sjúkrabili uppí á R.C. Effersøesgøtu nær tá Føroya Banka. Har stóð ein reyður bussur nakað tvørs av vegnum, og lítla løtu seinni kom øll ferðslan oman við hjá okkum eftir Hoydalsvegnum. Tey høvdu stongt R.C. Effersøesgøtu, tí ógvuslig vanlukka var hend.

Eg hugsaði ikki beinanvegin so nógv um hendingina, men tá ið eg kom í høllina á Hálsi tveir tímar seinni, søgdu fólk, at tíggju ára gomul genta úr Eysturskúlanum var deyð í ferðsluóhappi. Hon skuldi yvir um vegin, men hon var gliðin, og har kom bussur, sum ikki kundi steðga í bráddliga svartakálkinum hetta kalda kvøldið. Gentan doyði á staðnum.

Eva verður ongantíð gloymd, hon gjørdist bara tíggju ára gomul.

Seinni um kvøldið ringdi telefonin, har sagt var, at Eva Øsp Lenvig var deyð í ferðsluvanlukku. Hon gekk í fjóðra flokki í Eysturskúlanum, og eg var flokslærari í flokkinum. Eg fór í eitt slagi av sjokkstøðu, tí hetta var bara so óveruligt. Lærararnir í flokkinum ringdu saman, og vit vóru samd um, at vit øll møttu til jólahaldið morgunin eftir.

Og hetta skuldi gerast eitt jólahald, sum vit øll ongantíð gloyma. Børnini í flokkinum fóru ikki at dansa jólatræ ella at hyggja at sjónleiki, tey sótu í flokkinum og syrgdu. Flestu grótu, ein smádrongur sat í vindeyganum og stardi út í Nólsoyarfjørð, annar goymdi seg undir lærarapultinum. Vit lærarar royndu at troysta og tosa við børnini um vanlukkuna. Tá ið børnini høvdu fingið sín jólapakka, lá ein pakki eftir.

Hetta bleiv ein tíð, sum koma at merkja flokkin, so leingi tey gingu í Eysturskúlanum. Vit tosaðu javnan um Evu, um jarðarferðina, foreldrini og systkini hjá Evu. Vit sungu eisini av og á sálmarnar, sum sungnir vóru, tá ið Eva fór til gravar. Fyrstu árið var allur flokkurin á grøvini hjá Evu, tá ið hon hevði føðingardag 22. mai, og vit vóru eisini á grøvuni vanlukkudagin 15. desembur, har vit sungur tveir sálmar, og ein av okkum lærarum søgdu nøkur ár.

Øll næstu árini, til næmingarnir fóru úr 10. flokki, vitjaðu næmingar og lærarar grøvina 15. desembur, har vit sungu sálmar, løgdu blómutyssi á grøvina og mintist Evu við nøkrum orðum og tøgn.

Eingi ivi um, at ferðsluvanlukkan 15. desembur 1999 kom at ávirka okkum øll og meg sum lærara, tí eitt var at syrgja, tá ið millum annað pápi mín doyði, og sonur systkinabarn mítt doyðu, men hetta var heilt øðrvísi, tí tú hevði ábyrgd av heilum skúlaflokki, har næmingarnir syrgdu í langa tíð á ymsan hátt.

Tað er ikki dagur, at eg ikki hugsi um Evu, tí eg búgvi soleiðis, at eg koyri fram við vanlukkustaðnum hvønn dag, og eg síggi hvønn dag niðan á vanlukkustaðið. Eftir vanlukkuna er alt gjørt meira trygd í R.C. Effersøesgøtu við oyggjum á vegnum og trygdarveggum. Var hetta gjørt fyri vanlukkuna 15. desembur 1999, so doyði Eva ikki.

Síðan 1928 eru 272 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Evnið, deyð í ferðsluni, hevur  í dag verið tikið upp í kirkjum og samkomum, og endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja ferðsluvanlukkur og at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda kunnu so nær okkum, men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma.

Næmingarnir í táverandi 4. flokki í Eysturskúlanum, sum nú eru um 23 ára gamlir, eru farnir víðari á lívsleiðini, men Eva verður ongantíð gloymd í okkara hjørtum. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *