Ikki bara núverandi festarar hava rætt til landsjørðina

kjkjk

Vit onnur hava eins góðan rætt og bøndirnir at ogna okkum landsjørðina. (Mynd Vagnur)

Vit hoyrdi einki aftur til uppskotið hjá Jacobi Vestergaard landsstýrismanni, sum ætlar at einskilja landsjørðini, og í hesum sambandi standi eg klárur at keypa mær ein hagapart í Suðurstreymoy. Men so er spurningurin, um eg sleppi at bjóða uppá hagan, sum eg havi eyguni á, tá uppboðssølan einaferð fer fram. Haldi ikki tað er rætt, at bara núverandi festarar sleppa at bjóða upp á landsjørðini. Hetta er órættvíst, tí tað eru so fáir festarar, sum liva at seyðinum í Føroyum. Annars rokni eg ikki við, at landsjørðin verður einskild.

Eg haldi meg hava minst líka góðan førleika sum onnur at fáa nakað burturúr landsjørðini og harvið seyðahaldinum, tí royndirnar skorta ikki. Nú rokni eg ikki við, at landsjørðin verður einskild, sum Jacob Vestergaard ynskir, tí semja er ikki samgonguni um hetta, og einskiljing av landsjørðini stendur ikki í samgonguskjalinum. Ein av grundgevingunum hjá landsstýrismanninum at einskilja landsjørðina er, at festarar fara at fáa meira úrtøku burturúr seyðinum, um teir eiga jørðina sjálvur. Bóndin í Stóru Dímun sigur í fjølmiðlunum, at tað onga ávirkan hevur í Dímun, um landið eigur jørðina ella bóndin sjálvur.

Tá ið eg hoyrdi í útvarpinum, hvussu nógv ein fermetur av landsjørðini fer at  kosta, roknaði eg skjótt út, at eg kundi bjóða uppá ein av teimum minnu hagapørtunum í Suðursteymoy, har høgligt er at koma til. Hava einar 80-100 seyðir at spæla mær við, har vinir og kenningar koma á fjall og fáa nakrar góðar løtur. Bara tað melur runt fíggjarliga, so er frálíkt fyri meg.

Havi annars ta áskoðan, at landsjørðin ikki skal einskiljast, tí hetta er í mínum hugaheima grundleggjandi skeivt. Hví skulu nøkur fólk í Føroyum kunna keypa landsjørðina, og vit onnur ikki hava møguleikan at ogna okkum landsjørð, sum vit øll jú eiga. Nú eru vit aftur í makrelmálinum, har bara tey fáu skúma “fløtan” av almennu ognunum. Ùrslitið av øllum hesum gerst eitt skeikla samfelag, har stættarmunurin gerst størri og størri. Nakrir fáir persónar eiga alla fiskin, sum svimur um Føroyar, og nakrir fáir persónar skulu eiga alla jørðini. Hetta er ikki eitt samfelag, sum mær hóvar.

Eg haldi, at politiska rákið í Føroyum í løtuni er ódámligt, tí vit fáa eitt samfelag við stættarmuni. Vit miðsavna alt við at leggja saman stovnar og skúlar, sum førir til miðsavnan og avtofting av smá plássunum í Føroyum. Tað byrjaði við flatskattinum, har tey múgvandu fingu meira, síðan heldur fram í fiskivinnuni, og nú stendur einskiljing av landsjørðini fyri tørni. Meðan standa vit onnur bara og hyggja at, flætta fingrar og lata standa til. Vanligi føroyingurin finnur seg í ómetaliga nógvum, má eg siga. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *