Eitt er steypafinalurnar, sum verða spældar komandi vikuskifti, annað er landskappingin, sum byrjaði aftur um vikuskiftið. Stigatalvan í bestu deildunum broyttist veruliga, tí mansliðið hjá H71 tapti fyri VÍF, og neistamenn mistu seinasta møguleikan at náa FM-finalurnar. í kvinnudeildini hendi tað, at Neistin vann á Kyndli, og tá VÍF samstundis vann á Stjørnuni, eru bara tvey stig millum Kyndil og VÍF um at náa FM-finalurnar. Og liðini spæla hvør ímóti øðrum í næstum.
Halda vit okkum til stigatalvuna í bestu kvinnudeildini, síggja vit, at nú er VÍF bara tvey stig frá Kyndli um at náa FM-finalurnar, tí at Neistin vann á Kyndli sunnudagin. Kyndil og VÌF hava spælt tveir av fýra dystum hvør ímóti øðrum í grundspælinum. VÍF vann dystin í Havn 25-24, meðan Kyndil vann dystin í Vestmanna 22-21. Tann 18. februar spæla Kyndil og VÍF spennandi dyst í Havn, tí vinnur VÍF dystin, so fer VÍF fram um Kyndil á stigatalvuni. Liðini eru tá jøvn í stigum, men VÍF betri innanhýsisúrslit. Tapir VÍF, so má sigast, at VÍF hevur mist FM-møguleikan, ti neistakvinnur sita, sum nú er, trygt á oddasessinum.
Annars má sigast, at kvinnuliðini í toppinum eru ógvuliga jøvn. Ikki tað nógvu málini við góðum verjum ella rættari sagt ikki nóg góðum álopsspælarum. Havi sagt tað áður, at eg hevði roknað við, at VB í vetur fór heilt upp á toppin, men nú fór steypafinalan seinasta hóskvøld, og svart sær út at náa FM-finalurnar, har VB má fáa hjálp frá øðrum liðum. VB liðið er alt ov óstøðugt, og tá liðið ikki megnar at skjóta meira enn átjan mál ímóti Kyndli á heimavølli, so kanna liðið ikki rokna við at náa hvørki steypafinalu ella FM-finalu. Nú bíða vit so eftir toppdystinum 18. februar millum Kyndil og VÍF í Havn.
Til stuttleika kann nevnast, at í dystinum millum Kyndil og Neistan spældi Randi Wardum ikki fyri Kyndil, og báðar útlendsku kvinnurnar hjá Neistanum eru skaddar í løtuni.
Kyndil – Neistin 18 – 22 (11-10) Dómarar: Gert Hansen og Agnar Dam
Málskjúttar Kyndil: Bára K. Hansen 5, Anna Brimnes 5, Bjarta Johansen 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Turið Arge 2 og Anna Mohr 1
Málskjúttar Neistin: Jacklin Durhuus 7, Bára Hansen 5, Marjun Danberg 4, Birita Jacobsen 3, Nicoleta Hansen 2 og Súsanna Nólsoy 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 15 | 436 | 311 | 125 | 25 |
| 2 | Kyndil | 15 | 391 | 296 | 95 | 22 |
| 3 | VÍF | 15 | 429 | 328 | 101 | 20 |
| 4 | VB | 14 | 374 | 292 | 82 | 17 |
| 5 | StÍF | 15 | 340 | 315 | 25 | 12 |
| 6 | Stjørnan | 14 | 259 | 381 | -122 | 6 |
| 7 | Søljan | 14 | 135 | 441 | -306 | 0 |
Kyndi – Neistin menn 27 – 7 (7-7) Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam
Málskjúttar Kyndil: Hjalti Bachmann 4, Julian Johansen 4, Finnur Hansson 4, Frank Askildsen 4, Birgir Poulsen 3, David Edvardsen 3, Torvald Abrahamsen 2, Bjarni Sørensen 2 og Eirikur Simonsen 1
Málskjúttar Neistin: Sjúrður Thomassen 5, Andras Joensen 3, Tommy Fletcher 2, Kristjan Dulavík 2, Rói B. Hansen 2, John í Innistovu 1, Carl Herup Olsen 1 og Torkil Hentze
Stigatalvan í bestu mansdeild er áhugavert, tí longu 15. februar fáa vit óivað at vita, um tað verður Kyndil ella H71, sum skulu fylgja VÍF í FM-finalurnar. Tá spæla H71 og Kyndil í Hoyvíkshøllini, ein dystur, sum H71 má vinna til tess at varðveita FM-møguleikan. Havi avskrivað bæði KÍF, Neistan og hini liðini, tí hesi lið eru alt ov óstøðug at vera við í toppinum. Tað er bara at hyggja í dómaraseðilin í dystinum millum Kyndil og Neistan. Neistin kemur á odda 5-1 fyrst í dystinum. Javnleikur í hálvleikinum 7-7, og so tapir Neistin 20-10 í seinna hálvleiki. Slíkt ber ikki á mál.
Vóni, at neistamenn vísa áskoðarunum betri hugburð leygardagin steypafinaluni. Eg segði longu tíðliga í kappingini, at Kyndil kom óivað at vera annað liðið í steypafinaluni. Og so skulu vit minnast til, at Kyndil misti tvey stig vegna tess at spælari ikki hevði spæliloyvi í dysti ímóti Team Klaksvík. Men latum okkum fyrst spæla steypafinalurnar leygardagin, og so herja vit aftur á landskappingina annað vikuskifti. Tit leggja til merkis, at eingi hagtøl eru frá dystunum í Vestmanna. Orsøkin er einfalt, eg havi ikki fingið dómaraseðlarnar sendandi úr Vestmanna. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 15 | 421 | 354 | 67 | 24 |
| 2 | Kyndil | 15 | 349 | 301 | 48 | 21 |
| 3 | H71 | 14 | 351 | 310 | 41 | 17 |
| 4 | KÍF | 14 | 373 | 369 | 4 | 15 |
| 5 | Neistin | 15 | 357 | 396 | -39 | 12 |
| 6 | StÍF | 15 | 363 | 405 | -42 | 7 |
| 7 | Team Klaksvík | 14 | 309 | 388 | -79 | 6 |
Stigatalvan í b

